Í tveir dagar í næsta mánað fáa 32 føroyskir skúlanæmingar ein heilt sjáldsamt høvi at royna seg sum politikara.
Tað hendir tá ið ungdómsting verður á Føroya Løgtingi í døgunum 10. og 11. februar.
Har skul teir 32 ungdóms-tinglimirnir arbeiða og virka sum løgtingslimir, har tey skulu viðgera og atkvøða um ymisk uppskot.
Umsitingin hjá Løgtinginum er til taks hjá teimum og somuleiðis fáa tey høvi at seta landsstýrisfólkunum spurningar um ymisk viðurskifti, sum landsstýrisfólkini so koma í Ungdómstingið at svara.
Rannvá Sólheim á skrivstovuni hjá Løgtinginum, sigur, at tilsamans hava fýra skúlaflokkar meldað til ungdómstingið.
Í ár verða tað næmingar úr 8. flokki á Tvøroyri, einum 9. flokki á Venjingarskúlanum og einum 9. flokki og einum 10. flokki á Eysturskúlanum, sum fara at manna teir 32 sessirnir í ungdómstinginum.
Sostatt fáa teir fýra flokkarnir átta tingsessir í part.
Men í Løgtinginum eru 33 tinglimir. Tann seinasti eru sjálvur Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, og hann verður ikki skiftur út, so hann verður eisini formaður fyri Ungdómstingið.
Á ungdómstinginum verða tilsamans 12 mál til viðgerar.
Tey snúgva seg fyri mesta partin um ungdómsviðurskifti.
Uppskot eru um hámarksferð og aldursmark fyri at koyra prutl og serligir ungdómsprísir við Atlantsflogi og Norrønu.
Uppskot eru eisini um lærugreinarnar kristni og átrúnað í fólkaskúlanum og eitt uppskot er um at gera retorikk til lærugrein í fólkaskúlanum.
Somuleiðis eru eisini uppskot um teldur, frukt, grønmeti og næmingarráð í fólkaskúlanum.
Men uppskot eru eisini um viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava við ungdóm at gera. Í hesum sambandi fer Ungdómastingið í ár at viðgera eitt uppskot um at yvirtaka løgregluna.
Málini verða viðgjørd á sama hátt sum í Løgtinginum annars. Tað merkir, at orðaskifti verður um tey ymsu málini, síðani fara málini í nevndir til viðgerar, so so verður aftur orðaskifti um tey, áðrenn Ungdómstingið at enda atkvøður um tey málini.
Ungdómsting er annaðhvørt ár. |










