Skúlanæmingar royna seg sum løgtinglimir

Í morgin og týsdagin verður Løgtingið mannað við næmingum í fólkaskúlanum. Her eru tey 12 málini, tey fara at viðgera

Í morgin og týsdagin fáa 32 skúlanæmingar ein heilt sjáldsamt høvi at royna seg sum politikarar.

 

Tað hendir tá ið ungdómsting verður á Føroya Løgtingi í morgin og týsdagin.

 

Báðar dagarnar verður tingið sett klokkan 10

 

Hesar báðar dagarnar skulu teir 32 ungdóms-tinglimirnir arbeiða og virka sum løgtingslimir, har tey  skulu viðgera og atkvøða um ymisk uppskot.

 

Umsitingin hjá Løgtinginum er til taks hjá teimum og somuleiðis fáa tey høvi at seta landsstýrisfólkunum spurningar um ymisk viðurskifti, sum landsstýrisfólkini so koma í Ungdómstingið at svara.

 

Hesuferð hava tilsamans fýra skúlaflokkar meldað til ungdómstingið. Tey, sum manna ungdómstingið hesa ferð, verða sosatt næmingar úr 8. flokki á Tvøroyri, einum 9. flokki á Venjingarskúlanum, umframt einum 9. flokki og einum 10. flokki á Eysturskúlanum. 

 

Sostatt fáa teir fýra flokkarnir átta tingsessir í part, ella tilsamans 32 tinglimir.

 

Men í Løgtinginum eru 33 tinglimir. Tann seinasti eru sjálvur

 

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, og hann verður ikki skiftur út, so hann verður eisini formaður fyri Ungdómstingið.

 

Á ungdómstinginum hesa ferð verða tilsamans 12 mál til viðgerar.

 

Tey snúgva seg fyri tað mesta um ungdómsviðurskifti.

 

Uppskot eru um hámarksferð og aldursmark fyri at koyra prutl og serligir frádráttir til ung á øllum samferðsluøkjum.

 

Uppskot eru eisini um kristni og átrúnað í fólkaskúlanum og eitt uppskot er eisini um at gera retorikk til lærugrein í fólkaskúlanum.

 

Somuleiðis eru eisini uppskot um teldur, frukt, grønmeti og næmingarráð í fólkaskúlanum og um at broyta rúsdrekkalógina.

 

Men uppskot eru eisini um viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava við ungdóm at gera. Í hesum sambandi fer Ungdómastingið í ár at viðgera eitt uppskot um at yvirtaka løgregluna.

 

Málini verða viðgjørd á sama hátt sum í Løgtinginum annars. Tað merkir, at orðaskifti verður um tey ymsu málini, síðani fara málini í nevndir til viðgerar, so so verður aftur orðaskifti um tey, áðrenn Ungdómstingið at enda atkvøður um tey málini.

 

Seinnapartin týsdagin eru eisini løgmaður og landsstýrisfólkini til taks í Løgtinginum og tá verður høvi hjá ungdómstinglimunum at seta teimum spurningar um alskyns viðurskifti.

 

Ungdómsting er annaðhvørt ár.

 

tey 12 uppskotini, sum eru til viðgerar á Ungdómstinginum hesa ferð, eru:

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (næmingaráð)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (teldur)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (føroyskt mál)

Uppskot til løgøtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (prutl-aldursmark)

Uppskot til løgøtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðaslu (prutl-ferð)

Uppskot til løgøtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Uppskot til samtyktar um frukt og grønmeti í skúlunum

Uppskot til samtyktar um at fáa nýggja lærugrein (Retorikk) inn í framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnám

Uppskot til samtyktar um at hække ferðafrádráttin til ung á øllum samferðsluøkjum

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (heimsátrúnaður)

Uppskot til samtyktar um at endurskoða tingmannalønirnar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (yvirtøka av málsøkinum løgregla og ákærumyndugleiki)