Skúlanæmingar kappast um íverksetan

Fríggjadagin verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum

 

Fríggjadagin verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum

 

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Síðan august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan, og teir hava arbeitt leingi við sínum verkætlanum.

 

Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, setur finaluna í stóru høllini í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin 27. februar 2015. Á finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Tónleikaframførslur verða eisini.

 

- Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur, skrivar Íverksetarahúsið.

 

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar. Tiltakið byrjar fríggjamorgunin 27. februar 2015 klokkan 9.30 í stóru høllini í Norðurlandahúsinum og heldur fram til á middegi.