Nú er farið undir byggingina av nýggjum skúla á Skúlatrøð í Klaksvík. Eftir ætlan skal nýggi skúlin standa liðugur á sumri 2018.
- Komandi tíðin fer at seta krøv til tolið hjá næmingum, starvsfólkum, foreldrum og fólki annars, sum ferðast í hesum økinum, tí frá nú av og til 2018 fara vit at hava eitt stórt byggipláss á Skúlatrøð, sigur Jóhan Lützen, sum hósdagin í farnu viku, beint áðrenn kavin legðist yvir landið, var og vitjaði byggiarbeiðsplássið á Skúlatrøð, nú menn frá Byggifelagnum Kanjon eru byrjaðir at hegnað av. Jóhann Lützen er formaður í trivnaðarnevndini børn og ung hjá Klaksvíkar býráð.
Eisini Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, sum hava teknað og sum leiða verkætlanina, var á byggiplássinum, saman við nevndarformanninum.
Jóhann Lützen sigur, at komandi tíðin fer at seta krøv til tolið hjá næmingum, starvsfólkum, foreldrum og fólki annars, sum ferðast í hesum økinum, tí frá nú av og til 2018 fara vit at hava eitt stórt byggipláss á Skúlatrøð.
- Arbeiðið, sum byrjar nú, er jørðarbeiði, útgrevstur fyri skúlan og sunnara partin av skúlagarðinum. Tøknirúmið til hitaverkið verður eisini gjørt nú, upplýsir Jóhann.
Skúlin verður boðin út um ársskiftið og stendur klárur á sumri 2018.