Tað er stór kapping um at verða mest roykfríi skúlaflokkur í Føroyum. Tað er greitt, nú Fólkaheilsuráðið hevur bjóða skúlaflokkum at kappast um at verða mest roykfríi skúli í ár.
Freistin at melda til, var úti í gjár og tá høvdu heili 70 flokkar meldað til kappingina. Talan er um flokakr frá 5. til 10. flokk, sum hava meldað til og tað eru hesir flokkar, sum kunnu vera við í kappingini.
Í fjør vóru 53 flokkar við í kappingini og fyrra árið 32, sigur Fólkaheilsuráðið.
Kappingin er skipað soleiðis, at flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. oktober. Vinnarin verður avdúkaðaður nakrar dagar seinni, nevniliga tann 13. oktober klokkan 13.
Vinningurin er heiðursplátu, sum verður hongd upp í skúlanum. Men umframt tað, vinnur skúlin eina konsert við Sakaris, og henda konsertin verður á sjálvum skúlanum, sum hevur vunnið kappingina.
|