Skúlaaldurin verður ikki lækkaður

Børn skulu sleppa at búnast í friði og náðum, heldur landsstýrismaðurin

Skúlaaldurin verður ikki lækkaður niður í seks ár, so at børn skulu eitt ár fyrr í skúla.

 

Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.

 

Annars hava fleiri røddir verið frammi um at lækka skúlaaldurin, men hinvegin hava onnur ávarað ímóti at børn fara ov tíðliga í skúla.

 

Og Bjørn Kalsø, staðfestir nú, at tað verður ikki í hesum valskeiðnum, at skúlaaldurin verður lækkaður.

 

Hann sigur, at spurningurin um skúlaaldur er ein ómetaliga fjøltáttaður spurningur, men at tað er ikki eitt mál, hendan samgongan fer at gera nakað við.

 

Sjálvur heldur hann, at skúlaaldurin er passaligur.

 

Honum dámar, at fáa loyvi at búnast í friði og at yvirgongdin til skúlan verður lagalig, so at tey koma so væl frá skúlabyrjanini sum gjørligt.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum sambandi eru førleikastovur settar á stovn í skúlunum, við tí endamáli at lofta børnum, tá ið trupulleikar stinga seg upp.

 

Annars vísir hann á, at summar kommunur hava forskúla og aðrar hava forskúlalíknandi skipanir í barnagarðinum.

 

Og tað letur seg eisini gera, at børn fara í skúla seks ára gomul, um so er, at foreldur og skúli halda tey vera búgvin. Summi børn, sum fylla tíðliga í árinum, fara í skúla seks ára gomul, sigur Bjørn Kalsø.