Í lógaruppskotinum til pensjónsnýskipan, ið samgongan og Sjálvstýri løgdu fram í morgun, verður skrúvað nakað upp á tey ymisku inngjøldini, ið føroyingar rinda í samband við pensjónina.
Á tíðindafundinum í morgun bleiv upplýst, at inngjaldið til Samhaldsfasta fer at broytast næstu árini, soleiðis at føroyingar í 2020 fara at rinda 0,75 prosentstig meira til Samhaldsfasta enn í dag.
Í løtuni er inngjaldið til Samhaldsfasta 2,25 prosent, og er ætlanin, at tað tey næstu trý árini skal hækka við 0,25 prosentstigum hvørt ár. Sostatt fer tað at hækka úr 2,25 prosentum til 2,5 prosent í 2018, frá 2,5 prosentum til 2,75 prosent í 2019 og frá 2,75 prosentum til 3 prosent í 2020.
Meðan inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar, so lækkar lógarbundna minstakravið til egna pensjónsuppsparing. Bundna gjaldið fer úr 15 prosentum niður á 12 prosent.










