Hósdagin klokkan 1. letur Oggi Lamhauge upp framsýning í Snarskivuni við 20 myndum
Talan er um 14 grafisk blindprent, 5 útskornar relief myndi og eina innseting.
Á hesari framsýning eru allar myndirnar hjá Oggi hvítar og gerast sjónligar við ljósi og skugga. Hetta skapar eisini heldur løgna orðið Skuggaljós, sum listamaðurin hevur valt at nevnt framsýningina. - Tí ljósið er fyritreyt fyri skugganum og hesi baði hanga saman í lívinum so væl sum í listini, sigur Oggi.
Listamaðurin hevur skorið í linoplátu og onkuntíð límað metallstumpar omaná. Soleiðis fær listamaðurin dýpd og hædd í plátuna, sum undir stórum trýsti gevur avprent á pappír. Eisini hevur listamaðurin skorið relief myndir úr MDF plátum, sum eru hvítmálaðar. Umframt hesi verður ein innseting, innstallasjón, við einum rekatræi og malargróti.
Oggi Lamhauge hevur verið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sum listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi 1997. Kendasta verk hansara er uttan iva altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Listamaðurin fekk trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins í 2006.
Framsýningin Skuggaljós er opin í Snarskivuni 16. juli ? 24. august 2009.