Á in.fo í morgun kærdu dalbingar sína neyð um, at tað sambært skuggakortunum ikki fór at vera gjørligt at síggja sólarmyrkingina 20. mars. Við myndum prógvaði Bødvar Hjartvardsson, at sólin er væl sjónlig tað tíðarskeiðið, tá sólarmyrkingin verður.
Lis Mortensen, landafrøðingur á Jarðfrøði, hevur nú sent miðlunum eitt skriv, har hon greiðir frá, hvussu skuggakortini skulu skiljast.
Hon greiðir frá, at tey hava fingið serkøna hjálp at gera skuggakortini og at tey byggja á hæddarmodel fyri Føroyar, har sólarhædd og vinkul eru løgd inn fyri tíðirnar, tá sólarmyrkingin byrjar kl 8:38, fullu sólarmyrkingina umleið kl 9:40 og tá sólarmyrkingin endar umleið kl 10:46. Kortið vísir, hvar skuggin fellur hesar tríggjar tíðirnar.
- Ætlanin við kortunum, er at stuðla fólkum í at finna góð støð kring alt landið til at eygleiða sólarmyrkingina longu frá byrjanini kl 8:38. Við hesum fyri eyga er ein listi gjørdur yvir bygdir kring alt landið, sum vísir, hvørjar bygdir koma til at síggja sólarmyrkingina, tá hon byrjar kl 8:38 og kl 9:40, tá fulla sólarmyrkingin fer fram, skrivar Lis Mortensen.
Hon ásannar, at tað var ein feilur, sum gjørdi, at Dalur var á listanum yvir bygdir, ið ikki síggja sólarmyrkingina, men at hesin feilurin er rættaður.
- Tað kann hugsast, at aðrir feilir tykjast vera í bygdalistanum. Hetta kemur av, at listin yvir bygdir kann vera trupul at gera, tí grundkortið er grátt og ofta fellur skuggin bert yvir partar av eini bygd ella dalin, har bygdin liggur. Bygdalistin er tí ætlaður til at varpa ljós á skuggakortið og á tann hátt eggja fólkum til sjálvi at hyggja eftir kortinum og í góðari tíð finna hóskandi støð, har tað ber til at eygleiða ikki bara sól og mána, men eisini hava gott sýnið útyvir landslag og havið, um tað er gjørligt longu kl 8:38, sigur hon.










