Noreg tapti óvæntað HM-finaluna í kvinnuhondbólti í kvøld ímóti Frankaríki, og norsku hondbóltskvinnurnar eru skuffaðar av sær sjálvum.
Franska landsliðið var ein ov stórur biti fyri norsku hondbóltskvinnurnar í HM-finaluni í kvøld.
Norsku kvinnurnar vóru favorittar, men Frankaríki varð við yvirlutan at kalla allan dystin, sum endaði 23-21.
Tað argar liðskiparan, Stine Bredal Oftedal, at Noreg ikki megnaði at koma upp á vanliga støðið.
– Tað er tungt. Vit hava spælt rættiliga væl til hetta meistaraskapið, men tað vístu vit ikki í dag. Eg eri skuffað av mær sjálvari og kenni, at eg havi ein part av skuldini, sigur hon sambært VG.
Heldur ikki norski landsliðsvenjarin, Thorir Hergeirsson, heldur, at Noreg spældi seg upp til sítt besta ímóti Frankaríki.
– Vit taptu ímóti einum betri liði í dag. Vit komu ikki upp á okkara støði. Verjan var nóg góð, men fram eftir vøllinum manglaðu vit skotini. Tað eru smáting, men ringt at greina.
– Tær vunnu uppiborið, sum dysturin menti seg, men tað er súrt. Vit mugu fara heim at venja, sigur Hergeirsson.
Norska tíðindastovan NTB heftir seg við, at allar tríggjar, sum vardu norska málið, høvdu ein ringan dag og »ræðandi lág bjargingarporsent.
Kari Aalvik Grimsbø, Katrine Lunde og Silje Solberg endaðu við bjargingarprosenti upp á 17, 13 og 0.
– Vit bjargaðu ikki bóltunum í dag. Tað hava allar ein part av ábyrgdini av, sigur roynda Katrine Lunde.
Landsvenjarin, Thorir Hergeirsson, sum var nøgdur við verjuna, hevur bert eina stutta viðmerking um málverjarnar.
– Tær høvdu ikki sín besta dag, staðfestir landsliðsvenjarin.
Noreg vann HM í 2011 og í 2015. Næsta høvið til sigur í endaspæli verður til EM næsta ár. Tað verður hildið heima hjá vinnarunum í kvøld, Frankaríki.
/ritzau/