Skruppforvirraður av fullveldistosinumtíð

Teldubræv

Eg eri skruppforvirraður av tjakinum um framarstøðu Føroya. Hetta tjak, sum fyll-ir nógv í bløðunum. Og tað er ikki bara eg, sum eri ørkymlaður. Føroyingar heima eru eisini ørkymlaðir. Danir hava givið grønt ljós, vit kunnu loysa um vit vilja. Hetta var ikki akkurát sum vit føroyingar høvdu rokn-að við. Danir hava lagt harðar treytir við, serliga viðvíkjandi skiftistíðini við blokk-inum og tað er eitt klokkureint tekin um, at danir als ikki eru so fegnir yvir at føroyingar loysa. Teir eru stoltir av okkum. Teir eru góðir við okkum føroy-ingar og 600 ára samband er ikki so lætt at slíta.

Eg havi eina fullkomiliga greiða støðu til Kosovu, Groznyy, hungurin í Sudan, kubanska drongin í USA, dygdirnar hjá Monicu Lewinsky o.s.v. Alt hetta liggur so deiliga langt burturi. Men frælsisstøða Før-oya fær meg at kenna meg lítlan, tí eg veit hvørki út ella inn.

Føroyingar eru ørkymlaðir og okkara støða kann lættliga flytast inn í eitt vanligt hjúnalag, har alt ikki gongur eftir vild. Sigur annar í hjúnalagnum við hin: ?Broytir tú ikki atburð, so fari eg,? so er støðan álvar-slig. Svarar mótparturin aftur: ?Jamen, far bara, eg eri líkaglað/ur,? so er støðan upp-aftur álvarsligari. So kemur spurningurin snýkjandi aftur. ?Júmen, eri eg ikki betri enn so, at hann/hon vil lata meg fara, so-leiðis uttan víðari??

Tá ið tú fær slíkt svar frá tí sum tú hevur hótt við at fara frá, í vón um at fáa viður-skiftini betraði, so gerst tú ørkymlaður. Og tað er just tað eg kenni, at føroyingurin, eg sjálvur íroknaður, er í tjakinum um fram-tíðarstøðu Føroya.

Tjakið snýr seg slett ikki um hvat før-oyingar sjálvir vilja. Tað snýr seg um hvat hendir, um vit loysa og hvussu okkara fram-tíð verður við ella uttan loysing. Brennandi spurningurin um føroyingar vilja loysa verður slett ikki tikin upp á tunguna. Vilja føroyingar loysa, vil ein stórur meiriluti av føroyingum loysa, so er talan um eitt val og so er tað líka mikið hvussu samfelagið sær út aftaná loysingina. Tað mugu vit sku sjálvir klára. Tað er í hvussu er ikki prob-lemið hjá dønum. Fólkið vil vera frælst, so einfalt er tað. Og eitt fólk, sum vil verða frælst, spyr ikki eftir pengunum fyrst. Tað er ikki nokk heima, at byggja ynski før-oyinga um frælsi á seinasta løgtingsval. Vit eru von við protestval í Føroyum við jøvn-um millumbilum.

At vera føroyingur úti í heimi er rættuliga eyðmýkjandi í dag, júst tí fullveldismálið er beint heilt av leið. Frá at verða ynskið hjá eini lítlari tjóð at ráða í egnum landi við teim evnun sum skaparin gav, til at snúgva seg um hvussu nógv móðurlandið skyldar okkum fyri aldargamlar syndir og hvussu nógv móðurlandið skal gjalda. Tað snýr seg als ikki um frælsi, tað snýr seg um hvussu nógv breyð vit kunnu kradda frá móðurlandinum, breyð, breyð og aftur breyð og bara breyð.

Eg sigi slett ikki danir ringar fyri at halda føroyingar vera ótrúliga beroknandi og smáligar mótvegis dønum. Hvørt orð før-oyingar siga í donskum fjølmiðlum kann vendast soleiðis, at vit verða roknaðir sum smáligir og beroknandi, júst tí at okkara frælsisstríð ikki snýr seg um frælsi, men hvussu vit í fyrstu atløgu skulu fáa onnur at rinda fyri, at vit skulu ráða í egnum húsi. Tú sær ongar útronkingar, har fullveldið bara byggir á tað einasta vit kunnu rokna við vissu í Føroyum, nevniliga fiski-vinn-una. Allarhelst tí, at hendan klárar ikki at breyðføða føroyingum. Tú sær útrokningar um hvussu danir skulu gjalda fyri okkara frælsi, til oljuvinnan einaferð tekur yvir. Men oljan er ikki komin enn og tað verður roknað sum vánaligur siður úti í heimi at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin. Tað er ikki somikið av olju vunnið úr undir-grundini, at tað er nóg mikið til at smyrja Singer seymimaskinuna hjá frú Olsen norð-uri í Vík, tíansheldur at leggja frælsi tjóð-arinnar á.

Ikki ein einasti ein núlivandi danskari hevur ábyrgdina av, at føroyingar hanga upp í Danmark. Vit fylgdu við, uttan nakað serligt brennandi ynski frá dønum, í einum sáttmála fyri langari tíð síðan. Danir hava eisini uppført seg um hjálandamegi mót-vegis føroyingum, men í tí tíðini var tað hildið at vera rætt kring allan heim. Í hesum 600 ára hjúnarlagi er ringt hjá nútíðar danskaranum at skilja, at hann soleiðis skyldar føroyingum nakað. Hetta er næstan sum hjá unga týskaranum í dag, sum ongan-tíð hevur verið í kríggi. Hann spyr: ?Hvussu leingi skulu vit gjalda fyri syndirnar hjá okkara forfedrum, okkara abbum.?

Tá eg gekk á Danmarks Journalisthøj-skole fyri 20 árum síðan minnist eg, at ein skrivstovustjóri í Danska Uttanríkisráðnum var á skúlanum og helt ein fyrilestur um fiskivinnusamráðingar. Eg havi tíverri gloymt navnið, men hann er kendur millum føroyskar politikarar. Hann hevði fleiri ferðir tingast saman við føroyingum. Hann greiddi frá hvussu tey ymisku londini vóru at tingast við og at enda segði hann: ?Før-oyingar vil eg næstan ikki taka upp á tung-una. Teir bara krevja og krevja og teir vilja einki geva ístaðin.? Sum ungur komandi journalistur var eg ótrúliga særdur av hesum orðum. Í dag síggi eg, at hesin vitugi maður hevði rætt. Tað er tað eg siti eftir við, meðan eg fylgi við í føroyska fullveldistjakinum.

Tjakið eigur at vendast burtur frá hvussu onnur skulu gjalda fyri okkara frælsi. Tjakið má koma inn aftur á ta rás sum førir til um føroyingar vilja verða frælsir ella ikki. Nógv frælsisstríð vórðu strídd í farnu øld og hesi stríð endaðu mangan við, at frælsi varð bygt á toftirnar á einum sindraðum samfelag. Ynskja føroyingar frælsi, so er tað ikki so umráðandi, um okkara livifótur lækkar. Loysingin kostar, siga kønir full-veldismenn, men tað hevur ikki so stóran týdning, ynskir fólkið at verða frælst, ein stórur meiriluti av føroyingum. Tað kann vera, at føroyingurin heldur at tað er meira virðiligt, at vera ein heldur fátækur fríbóndi, heldur enn enn ríkur trælur. Um sjálvt frælsisynskið, heldur enn ynski føroyinga at fáa danir at rinda fyri okkara fíggjarligu vannstýring, var tað berandi i samráðing-unum, so var lítil ivi um, at vit fingu meira goodwill frá dønum. Vit mugu koma burtur frá hesi biddaragongd, sum vekir so nógvan illvilja í danska fólkinum. Tað er heldur ikki virðiligt fyri okkum. Frælsisynskið hjá einum fólki eigur at byggja á frælsi fyri ein og hvønn prís. Nyrup hevur rætt, loysing kostar. Er hetta ynskið ikki í føroyinginum, so hava vit heldur ikki uppiborið frælsi. Og svar upp á hendan spurning fáa vit bara við eini fólkaatkvøðu við einfalda spurn-inginum. ?Skulu vit loysa ella ikki, ja ella nei.?

Og í meðan veit eg sjálvur hvørki út ella inn. Eg kenni meg sum ein part av The United Kingdom of Denmark. Danska sam-felagið hevur hýst mær i mong ár, meðan eg læs. Í dag hýsir tað soni mínum og gevur honum øll rættindi á jøvnum føti við allar aðrar 11 ára gamlar danskar dreingir. Tá fólk gerast ordiliga sjúk í míni familju, so fáa tey hjálp á danska ríkissjúkrahúsinum. Ein stórur partur av mínum vinum búgva í Danmark og nógv familja eisini. Megin-parturin av tí eg havi lisið er á donskum máli og eg veit slett ikki, um eg vil melda meg burtur úr hesum 600 ára gamla hjúna-lagi. Fyri mær er sambandið við Danmark so øgiliga nógv annað enn blokkur, krónur og oyrur. Tað er ein partur av mínum lívi, eg eri ein partur av einum minniluta í danska kongaríkinum og eg kenni ikki, at tað ger meg minni ella verri enn nakar annar í heiminum. Og føroying vil eg kenna meg allar dagar, um vit stýra sjálvir, ella í felag við Danmark. Og eg kenni ikki bara sum føroying, men eisini sum norðing. Eg var 12 ára gamal fyrstu ferð eg var í Havn.


Jústinus Leivsonur Eidesgaard

justinus@t-online.de