Thue Christiansen er navnið. Hann er skrivstovustjóri í grønlendsku umsitingini, og hann er limur í nevndini fyri Norðurlandahúsið í Føroyum. Men umframt er hann sjálvlærdur listamaður.
Og Thue er sanniliga listamaður, ið fevnir víða. Hann gjørdi grønlendska flaggið. Hann er í heilum við í kappingum um búmerki.
Hann ger skurðmyndir, veggmyndir, standmyndir og gangnlist.
Hann evnar úr horni, rekaviði, jarni, skinni og øðrum.
Grønlendarin Thue Christiansen er eisini grønlendari við hjartanum á rætta stað.
Umframt, at hann designar klæði úr skinni og skræðu til íslendskan skræddara, so hevur hann eisini gjørt grønlendskt bindimynstur, tí hann helt tað vera heldur fjákut, at grønlenskar konur bundu fremmand motiv á troyggjurnar.
Eisini í samband við haldið fyri komu Eiriks Reyða til Grønlands hevur nógv verið gjørt burturúr. Thue setti fram spurningin, um einki var til teirra, ið vóru har áðrenn, men so var ikki. Tí framleiddi hann sjálvur minnismerki at koyra á brævbjálvar fyri at gera vart við hetta.
Til mentanarhúsið í Nuuk, Katuaq, ið merkir trummustavur, hevur Thue gjørt talarastólin. Hetta er sera snøggur stólur úr skinni, reinsdjórahorni og hvalatonn, ið ímyndar stavnin á grønlendska konubátinum.
Thue hevur føroyska konu. Mamma hennara er úr Havn og pápin úr Aalborg.
- Sostatt eru børn okkara úr øllum ríkinum, skemtar Thue.
Hann hevur eisini roynt at búð í Havn og hann skilir tað mesta av tí, sum stendur at lesa í føroysku bløðunum. Men tá føroyingar práta skjótt sínamillum, er verri at skilja.
Í dag klokkan 16 letur Thue Christiansen upp listaframsýning í Listaskálanum í Havn.