– Vit eiga at gera okkara fyri at hjálpa (Ukraina, red.), men eftir mínum tykki er tað ikki við at strika fiskivinnusamstarvið við Russland, sum áhaldandi hevur verið í gildi síðan 1977, tá fyrsta avtalan varð gjørt við Sovjetsamveldið.
Soleiðis skrivar Eirikur í Jákupsstovu, sum umframt at vera valevni hjá Tjóðveldi í Klaksvík eisini er í løntum starvi sum floksskrivari hjá Tjóðveldi í Løgtinginum.
Hann er heldur ikki einasta valevni hjá Tjóðveldi við hesum sjónarmiði, sum gongur beint ímóti tí sjónarmiði, sum floksformaðurin Høgn Hoydal hevur meldað út vegna flokkin.
Eftir fundin, sum var hjá løgmanni 17. oktober millum forfólkini í politisku flokkunum, segði Høgni Hoydal, at vit ikki eiga at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland, tí landið er farið í kríggj ímóti Ukraina.
– Vit hava meldað púra greitt út, at vit taka tey drastisku stigini, at vit ikki eiga at endurnýggja samstarvið við russar - simpulthen út frá tí moralska sjónarmiðnum, at kann man gera avtalu við eitt land, sum er í kríggi?
– Men tað sum vit so ynskja er, at landsstýrið tekur eina greiða støðu. Vit skulu hava ein uttanríkispolitikk og vilja, at landsstýrið hevur eina greiða støðu, segði Høgni Hoydal 17. oktober.
Vit hava roynt alla vikuna at fáa fatur á Høgna Hoydal um hesi viðurskfiti. Men formaðurin í Tjóðveldi vil ikki svara fjølmiðlum, og tað hevur hann ikki gjørt nú í samfullar tríggjar dagar. Vit høvdu eisini vilja spurt hann um orrustuna kring Beintu Løwe, sum vegna ósemju við Høgna Hoydal og onnur í leiðsluni í Tjóðveldi í protest er farin av listanum hjá Tjóðveldi til løgtinsvalið. Men so eiðasørt. Tað er rungandi tøgn frá Høgna Hoydal.











