Skrivar út val klokkan 10 í morgin

Í morgin klokk­an 10 fer Kaj Leo Jo­hann­e­sen, løgmaður, at kalla til tíð­ind­a­fund, har hann fer at skriva út løg­tingsval.

Sum Sosialurin skilir, so er hetta ætl­anin. Men hetta kann sjálv­andi broyt­ast, alt eft­ir hvussu løg­tings­fólk klára at standa í­móti trýst­i­num, sum er í dag. Fríggj­a­dag­in var rok í ting­i­num, tí sann­ur val­fep­ur ­var á ting­fólki, har minn­i­lut­ar blok­­er­­aðu í bæði borð – með­an nøk­ur løgdu seg tvør í sam­bandi við brúks­­skyld­u­na, so vóru onnur, sum blok­er­að­u fyri, at Húsalánsgrunnurin varð við­­gjørd­­ur í Fíggja­r­nevnd­­ini.
Í dag – eftir at blaðið er far­ið til prent­in­gar – er mál­ið um luta­í­búð­ir á skránni, og ó­vist er, hvørja lagnu tað mál­ið fær.
Men klára tingfólk ikki hetta trýst­ið, so kann henda, at val­ið longu verð­ur skriv­að út í dag. Men vit trúgva mest uppá, at løg­mað­ur bíð­ar til ætl­aða tíð­ind­a­fund­in í morg­in klokk­an 10 at skriva út val­ið, sum so skal haldast í fyrsta lagið um fimm vikur, tað er týsdagin 25. oktober og í seinasta lagið um seks vikur, týsdagin 2. november. Men sannlíkt verður valið 25. oktober. Men velur løgmaður eitt leygardagsval, so verður tað 29. oktober.