Skriva upp til Skúlaspíran týsdagin

Eisini í Eysturkommunu ber til at skriva børnini upp til forskúlan eftir summarfrítíðina.

Innskrivingin til Skúlasprían, sum forskúlin í Eysturkommunu eitur, verður týsdagin klokkan 15. Kunnandi fundur um forskúlan var hósdagin í síðstu viku.

 

»Skúlaspírin« er forskúlin í Eysturkommunu. Kommunan skrivar á heimasíðuni, at »hetta er fyrsti kommunali forskúlin í Føroyum«.

 

Endamálið og visiónin fyri forskúlanum er »Við leiki og læru, gerst barnið skúlabúgvið«.

 

– Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan upp á skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu níggju árini. Námsfrøðingar og lærarar starvast lið um lið og á jøvnum føti í Skúlaspíranum, barninum at frama, skrivar kommunan.

 

Arbeitt verður við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftan fyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.

 

Skúlaspírin er frá kl. 8-12 vanligar skúladagar, og børnini halda til í Leirvíkar skúla, har 1.-3. flokkur eisini halda til. Eftir hetta kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.