Ein hvít yrking stendur á myrkum, gjøgnumskygdum forhangið beint framman fyri áskoðararnar. Spakuliga hómast ein lítil, gomul bamsa á gólvinum hinumegin forhangið, meðan Eivør syngur “Óttin er bundin í longsulin sum er bundin í sálina sum er bundin í kjøtið sum er bundið í moldina...”. Vit hoyra lykil í lási, og tvey tigandi, tyngd fólk koma inn í rúmið. Hann í vaktarbúnað, hon í svørtum klæðum við myndatóli um hálsin.
Soleiðis byrjar leikurin Tóm rúm. Tey hava mist eitt barn. Hann og hon. Tað verður ikki nevnt beinanvegin, men spakuliga skilja vit á samskiftinum, at tey hava mist hvønn annan burtur í einari sorg, sum onga meining gevur. Ella kanska skilja vit tað ikki heilt. Kanska ber tað ikki til at skilja sorg.
Tóm rúm er fyrsta leikrit eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Frammanundan hevur hon umframt barnabøkur givið út eitt stuttsøgusavn, eina ungdómsskaldsøgu og eitt yrkingasavn.
Annika Johannessen spælir Hon, og Annfinnur Heinesen spælir Hann. Og tey eru fantastisk! Leikurin er ikki lættur, áskoðarin má lurta eftir kenslunum handan orðini, tí tey siga ikki altíð tað, sum tey hugsa. Og tey gera ikki altíð setningarnar lidnar. Men kenslurnar eru týðuligar í andlitsbráum, handabrøgdum og kropsrørslum hjá høvuðsleikarunum. Ikki tí tey yvirspæla, men júst tí tey duga at skifta millum tey heilt smáu brigdini.
Ov nógvir fjarar
Sprotin hevur givið nýggja leikritið út, og miðnámsflokkar og onnur, sum lesa leikritið hava nógv at tríva í um tað at flyta leik frá riti til pall. Leikritið hjá Marjuni hevur nógvar leikleiðbeiningar og nógvar pallleiðbeiningar. Men sum tann royndi og dugnaligi leikstjórin hann er, hevur Eyðun Johannessen ikki latið seg bundið av leiðbeiningunum.
Skulu vit byrja við tí, sum stendur nógv sterkari á pallinum enn í leikritinum, so er tað serliga senurnar við mammuni og pápanum. Annika Hoydal sum mamman verður heilt gandakend í bardaga við dóttrina í bláa silkiturriklæðnum, og Hjálmar Dam er bæði trúligur og trampandi tungur í sínum koreograferaða dansi sum pápi.
Í leikritinum hjá Marjuni eru tvey ymisk rúm, eitt hjúnarúm við einari dupultsong, sum hevur eitt glopp í miðjuni, og eitt tómt barnakamar við einum stórum skrivaraborði. Men í Tjóðpallinum eru ikki umstøður at skifta millum tvey rúm, og pallsniðgevin Manfred Blaimauer hevur valt at hava bæði rúmini saman. Skrivaraborðið kemur tí ikki inn í leikin, fyrr enn tað sum ein fremmandur, ókendur lutur knappliga skal seljast.
Dansandi, klovnandi flytimenninir eru heldur ikki í leikritinum. Kanska hevur leikstjórin hildið leikin trongt til nøkur løtt innsløg, men tað verður eftir mínum tykki ov nógv. Koreografiin hjá Vígdis Hentze Olsen er framúr flott, men tað hevði verið nóg mikið við foreldrunum, sirkusprinsessuni og Henni flúgvandi á trappustiganum. Samansetta framsetingin við teksti, sangi, dansi og ljósshowi er djørv, og sum staklutir er alt líka flott. Men fjararnir blíva ov nógvir, og vit villast í rokinum.
Sterku leikararnir
Hon sigur einaferð við Hann, at søgurnar hjá honum mangla húð og kjøt, og at tað ber ikki til at taka í tær. Tað er eisini ein vandi við leikritinum hjá Marjuni. Søgan er so full í myndamáli og stórum eksistentiellum spurningum, at persónarnir lættliga kunnu blíva meiningsberarar heldur enn trídimensionellir persónar, men dialogurin er allíkavæl so gerandisligur, og Annfinnur og Annika spæla so væl, at persónarnir verða livandi menniskju, sum vit kenna aftur.
Annfinnur balanserar millum lættleika og vónloysi. Vit merkja menniskja, og grátin og smílið, sum alla tíðina berjast undir skegginum. Hann vil hava nærleika og finnur gleði í smálutum. Hon er meira kompleks og tí eisini truplari at taka um. Men Annika spælir hana væl sum kjekkað listakona, skuldarbundin mamma og langtandi dóttir. Kroppurin er stillur í sorg, men hendurnar í hárinum og smáu skiftini í andlitsbránum tala sítt týðuliga mál.
Dialogurin teirra millum ber leikin, men tað er eitt glopp ímillum tey. Eitt glopp, sum hóttir við at blíva ein gjógv. Tey hyggja sjáldan uppá hvønn annan og tosa forskotið, raka ikki hvønn annan. Hetta tómrúmið merkist bæði á pallinum og í samrøðuni. Hann roynir við sínum gerandissøgum at nærkast henni, men hon flýggjar og fjalir seg handan myndatólið og í gomlum skuldarkenslum.
Hann kemur ikki aftur
“Sig mær okkurt um forhangið, um hvat er hinumegin forhangið,” sigur Hon við Hann í fyrstuni. Men Hann orkar ikki. Kanska er tað hann, sum hevur lyklarnar til søguna um ævinleikan, men hann vil ikki fara har. Hann vil vera hesumegin forhangið. Eisini í søgunum.
Leikurin hevur nógvar tilsipingar til bíbliuna. “Hann” leggur tablettir sum oblatir í munnin á Henni, og seinni sita tey í songini og bróta breyð. Tað oysir niður ígjøgnum allan leikin, og tey tosa um flóð og Nóa ørk, og hon spyr um Maria moy mundi hava mjólkafebur. Og so er tað sonurin, sum er deyður. Er tað umframt at vera ein søga um eina konkreta, menniskjaliga sorg eisini ein søga um at missa sonin hjá Mariu? Hann kemur ikki aftur, sigur hon.
Leikurin er eitt eksistentielt drama um at finna virði í ótryggleikanum og góðtaka vónina í tí ókenda. Hon er myndakona og tekur myndir av gamlari, naknari konu. Samansetingin av myndum og røddini hjá Anniku Hoydal rigga væl, og Annika Johannesen lýsir upp, tá hon greiðir frá myndatøkuni. Men Hann vamlast. “Hvørjar sannleikar væntar man at finna í húð og kjøti. Í forfalli?” spyr hann.
Uttan at avdúka ov nógv, kunnu vit siga, at tá klokkurnar ringja til síðst, og Hann flýggjar frá ásjón skúlastjórans, er gloppið millum tey minkað. Sirkussenan er ein lykil í hennara leitan, og hóast tað ikki er heilt týðuligt, at hetta er hon sum barn, og hóast Hjálmar Dam fyllir ov nógv sum klovnur, so riggar hesin parturin sum ein larmandi, lýsandi áminning um at feira lívið.
Nógv tilfar
Leikurin “Tóm rúm” er so poetiskur, at hann liggur á markinum til eina dramatiska yrking. Tríggjar yrkingar úr savninum Rót tripp verða nýttar í leikinum, og harumframt verða temu og orð endutikin og útbygd, sum leikurin fer. Til dømis verður nakni kroppurin hjá gomlu konuni speglaður í naknu kroppunum hjá monnunum í hitarúminum, og fantastiska flotta senan við Henni sveimandi í rúmdini verður endurtikin í søguni um rúmdarmenninar, sum bíða eftir deyðanum. Yrkingin um óttan “sum er bundin í myrkrið sum er bundið í rúmdina ...” verður eisini endurtikin til síðst.
Hetta er sum sagt fyrsti leikur hjá Marjuni, og hóast hon hevur verið nevnd bæði “millum fremstu” og “millum virknastu” skøld okkara hesa seinastu vikuna, so er ritverkið ikki so stórt enn. Í einum evarska lítlum samfelagi sum okkara, kann ábyrgdin, sum verður løgd á einstaklingin, onkuntíð tykjast øgilig. Tað er sjálvandi eisini ein stórur framíhjárættur at fáa fyrsta leikrit sítt framført av so dugnaligum stjørnum sum teimum, sum í løtuni lýsa á Tjóðpallinum, so tað er at vóna, at Marjun hevur fingið mót at goysa enn meira tilfar úr hasi undirgrundini, sum tykist full av søgum og spurningum.