Skrivað inn og vinn

Vinn eina fløgu

Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Við økta síðutalinum hava vit nú eisini møguleika at hava rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt.

Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk brævbjálvan ?Yngd?. Ella send okkum teldupost á yngd@sosialurin.fo

Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3?aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast.