Skriva eina søgu og vinn 6000 ella 8000 krónur

- Fyriskipararnir ynskja at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap, siga tey í Runavíkar kommunu

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verður ein skrivikapping útskrivað.

 

- Í ár eru stuttsøgur á breddanum, og uppgávan er at skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1200 orð, skrivað á føroyskum og ikki útgivin áður.

 

Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

- Fyri at luttaka skulu stuttsøguhandrit sum wordskjal latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin: lokin@lokin.fo áðrenn 20. mars klokkan 18.

 

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

 

- 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 krónur verður latin, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum vísir góð evni. Hendan virðislønin er 6.000 krónur.

 

Lagt verður aftrat, at dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at eitt skriviskeið verður fyriskipað á Bókasavninum við Løkin, og tað verður Rannvá Glerfoss, sum kemur at hava skeiðið.

 

- Á skeiðnum fara vit at tosa um stuttsøguna sum tekstslag, karakterskapan, og fáa tips til, hvussu man skrivar eina stuttsøgu.

 

Sagt verður eisini, at skriviskeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.