Í bókini, sum hevur fingið heitið "Madeleine 129", seta Hernani Cavalho og Luis Maria 129 ymsar spurningar, sum allir hava samband við málið um ta horvnu ensku gentuna, og sum hava verið frammi í fjølmiðlunum teir seinastu mánaðarnar.
Millum annað seta teir báðir spurningin, hvussu nógv Gerry og Kate McCann og vinfólk teirra drukku tað kvøldið, Madeleine hvarv. Undir teimum fyrstu avhoyringunum søgdu hjúnini, at tey drukku bara hvítvín í íbúðini, eftir at børnini vóru farin til songar. Aðrar keldur hava greitt frá, at hjúnini og vinfólk teirra drukku minst fýra fløskur av víni á matstovuni, og okkurt vitni vil vera við, at tey drukku 14 fløskur har.