Skríggjaðu harðari enn One Direction

Tær 45.000 genturnar um konfirmatiónsaldur, sum vóru í Parkini í Keypamannahavn í gjárkvøldið – nógvar saman við foreldrum, skríggjaðu so hart, at tær nærum doyvdu harða tónleikin frá enska dreingjabólkinum.

Tær 45.000 genturnar um konfirmatiónsaldur, sum vóru í Parkini í Keypamannahavn í gjárkvøldið – nógvar saman við foreldrum, skríggjaðu so hart, at tær nærum doyvdu harða tónleikin frá enska dreingjabólkinum.

 

Onkur helt fyri, at tær skríggjaðu líka hart, sum ommurnar gjørdu, tá Beatles var á konsertferð í sekstiárunum. Men munurin var tónleikurin. Serliga Ekstrabladet fer illa við enska dreingjabandinum, sum spældi og sang út í eitt í tveir tímar, eftir at upphitingarbólkur og videtónleikur hevði undirhildið í meira enn tveir tímar. Blaðið skrivar, at teir eru arrogantir og ódugnaligir, men duga at blíva milliónerar upp á tað.

 

Ummælarin á BT letst ikki at kenna nøvnini á teimum fimm dreingjunum, sum altso eita Louis, Harry, Zayn, Malik og Liam:

 

– Tað er lættari at kenna nøvnini á limunum í Justin Bieber. Í veruleikanum haldi eg, at eg heldur vildi verið tann, sum uppfann á One Direction, grannskoðarin hjá Simon Cowell, skrivar hann...

 

Á veg heim úr Parkini í gjárkvøldið løgdu nógvar av ungu gentunum leiðina fram við D'Angleterre, marglætishotellinum á Kongens Nytorv, tí har skuldu dreingirnir í One Direction búgva. Hotellið hevði sett vaktarfólk við dyrnar – og hóast genturnar róptu í kór eftir at síggja One Direction, so vóru eingir dreingir at síggja, tað løtuna in.fo var fram við hotellinum. (sí myndir í myndatema niðanfyri)

 

Nógvar føroyskar gentur – við foreldrum, vóru eisini í parkini í gjárkvødið. Í kvøld fara ungu bretarnir aftur á pallin, og tá verða eisini nógvir føroyingar millum tey 45.000 lurtandi.

 

Sangirnir í Parkini vóru:

1. Midnight Memories

2. Little Black Dress

3. Kiss You

4. Why Don't We Go There?

5. Rock Me

6. Don't Forget Where You Belong

7. Live While We're Young

8. C'mon, C'mon

9. Right Now

10. Through the Dark

11. Happily

12. Little Things

13. Moments

14. Strong

15. Better Than Words

16. Alive

17. One Thing

18. Diana

19. What Makes You Beautiful

Ekstranumre

20. You & I

21. Story of My Life

22. Little White Lies

23. Best Song Ever