– Tað kunnu vera fólk, sum eru á vitjan á fjallinum, og tað kunnu vera fólk, sum sjálvi hava evakuerað seg, men tað kunnu eisini vera fólk, sum eru inni í rakta økinum, upplýsir átaksleiðarin, Roger Pettersen.
Bjargingarfólk hava úr at gera við at kortleggja økið, har skriðan er lopin, men kunnu bara brúka luftmanning í innaru pørtunum av skriðuni.
Átaksleiðarin Ingvar Andersen frá sløkkiliðnum sigur, at tey hava gjørt eina grova leiting í økinum kring skriðuna, sum tey halda hava størst týdning.
##med2##
– Tað merkir, at vit hava ikki fult tamarhald á øllum kjallaraíbúðunum ella rúmum í raktu húsunum, sigur hann.
– Tað er trupult at ganga í økinum nú, tí talan er um tunna evju, leggur hann afturat.
##med3##
Báðir átaksleiðararnir leggja dent á, at tey arbeiða undir trupulum veður- og ljósviðurskiftum.
Myndir: Ritzau Scanpix
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##