Skriðulop kravt minst 25 mannalív

25 fólk eru funnin deyð eftir eitt skriðulop í Peru í gjár. Onnur 25 eru ikki komin afturíaftur, og umleið 50 fólk hava fingið skaða. Myndugleikarnir siga, at skriðulopið oyðilegði umleið 120 hús í Porvenir, og bjargingarlið leita eftir teimum 25 bygdarfólkunum, sum ikki eru komin afturíaftur.

Samstundis hava myndugleikarnir fingið boð um eitt annað skriðulop. Tað var í einum býi, sum eitur Cancejos, og har eru fimm fólk dunnin deyð.

Hetta eru ikki tey fyrstu skriðulopini í Peru í ár. Í januar avbyrgdi eitt stórt skriðulop tað væl umtókta ferðamannastaðið Machu Picchu, og farleiðin hagar er júst nú latin uppaftur.