Skriðulop kravt 27 mannalív

Minst 27 fólk eru deyð í einum stórum skriðulopi á oynni Mindanao í Filipsoyggjunum, har tað hevur regnað sera illa teir seinastu dagarnar. Bjargingarliðini siga, at skriðan rakti býin Kingking, og at stór øki liggja undir í runu og gróti.

Fyri tveimum árum síðani leyp ein skriða í sama stað, og ta ferðina doyðu 20 fólk. Aftaná mæltu myndugleikarnir fólki til at flyta úr vandaøkinum, men síðani er nógv kopar funnið í umráðnum, og tað hevur fingið fólk at flyta hagar fyri at fáa arbeiði.