Tað hevur verið grimdarregn og fyri einum løtu síðani leyp ein skriða í Giljum í Hvalba. Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt varð boðsent og Benjamin Berg í bjargingarfelag, sigur, at talan var um eina nokk so stóra skriðu, sum leyp og hon rakti beint á eini hús.
##med2##
Men hann sigur, at tað sluppu tey væl frá, tí skaðin er lítil. Hann sigur, at teir í bjargingarfelagnum gróvu nakrar veitir og fingu leitt vatnið burtur frá húsunum, so nú er tamarhald á støðuni.
##med3##
Hann veit eisini um eina aðra á, sum er lopin í Hvalba. Tað rakti eitt hoyggjhús, men har var einki inni, so tað var heldur eingin skaði í tí førinum.
Myndirnar eru frá teimum í bjargingarfelagnum.













