Skreytið endaði alt í Gundadali

Um Skála megnar at varðveita sessin í bestu deildini verða tað næsta ár seks Eysturoyar lið í bestu deildini

18. UMFAR SAMANUM

Nú er lok lagt á hetta fótbóltsárið. Næstan í hvussu so er. Í hesi vikuni verður spælt um upp? og niðurflyting. U?17 landsliðið er burtur í EM undankappingar ørindum, og tað verður ikki fyrrenn U?19 landsliðið hevur verið í Skotlandi í EM undankapping, at tað verður heilt liðugt. Men landskappingarnar í trimum teimum ovastu deildunum vóru leygardagin liðugt spældar.
Tað hevur verið tosað nógv um, hvussu fótbóltsárið skal leingjast. At fáa hetta gjørt verður mett sera týdningarmikið, um tað skal hugsast um, at føroyskir fótbóltsspælarar og føroysk lið skulu standa seg betri í altjóða høpi, enn teir hava gjørt higartil. Serliga eftir miseydnaðu Europa Cup luttøkuna í ár er vatn av álvara komið á hesa mylluna.
Nú veturin kom við kulda og eitt sindur av kava í síðstu viku, hevur tað verið týðuligt at merkt, at tey, sum varða av føroyskum fótbólti, hava glett seg til vetrarsteðgin. Her verður hugsað um ábyrgdarfólk, spælarar og ikki minst áskoðararnar, sum so at siga hvønn dag í vikuni ganga undir av fótbólti í sjónvarpinum.
Kanska fer tað at bera til at venda hugsanini, soleiðis at áskoðanin um longri kappingarár fer at vinna frama. Men í løtuni er ilt at ímynda sær, at tað fæst undirtøka fyri at spæla fótbólt í oktober og november. Tað ber ivaleyst til at fundast um hetta og at fáa fundarrákið at vera fyri sovornum. Men tað skal nógv til, áðrenn fjallgonga, fletting og alt annað skal víkja fyri heystar? og vetrarfótbólti.
At árstíðin er ein onnur, og at frítíðin verður nýtt til annað enn at fylgja við í fótbóltinum sást væl í Gundadali leygardagin. HB var longu FM vinnari, og KÍ hevði eftir meiri ella minni miseydnað kappingarár einki at spæla fyri. Tað var ein veruleiki undan leygardegnum. Men kortini var tað merkisvert, so lítil sum áskoðarafjøldin var henda dagin. Fyri 33 árum síðani var KÍ meistari, tá ið teir í næstsíðsta umfarinum (tað síðsta hjá meistaraliðnum) komu til Havnar at spæla ímóti HB. Tað var 23. august. Áskoðarafjøldin kring niðara vøllin í Gundadali var ógvuliga stór, og tey fingu valuta fyri pengarnar. Klaksvíkingarnir fingu FM steypið, og HB vann ímóti meistaraliðnum. Úrslitið ta ferðina var nett tað sama, sum tað var leygardagin. HB vann 3?2.
Seinastu 33 árini er nógv vatn runnið í ánna, eisini tá ið tað snýr seg um fótbólt og møguleikarnar at velja hjá áskoðarunum. Men tað er einki at ivast í, at tað leygardagin fyrst og fremst var veðrið, sum helt áskoðarunum aftur. Teir valdu heldur Liverpool og Arsenal og Manchester United og Birmingham heldur enn at síggja Eyðun Klakstein og hinar klaksvíkingarnar stríðast ímóti Rúna Nolsøe og hansara monnum.

B36 væl við
Gongdin í kappingini hevur verið undarlig hjá B36. Eftir at B68 tapti í Vági, og B36 vann í Gøtu, var tað greitt, at B36 hevði vunnið silvur. Í steypakappingini fingu teir gull. Men hóast teir hava vunnið bæði gull og silvur, so tykist ein kensla av meiri ella minni kiksaðum kappingarári at vera til staðar.
B36 skinklaði heilt nógv í fyrstu umførunum, tað var um reppið, at teir ikki komu í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, og í august mistu teir oddasessin, sum teir undan summarsteðginum høvdu knossað seg framá.
Eitt er hvør kenslan er. Men tá ið alt kemur til alt, so kann ikki sigast annað, enn at teir í B36 hava havt eitt fínt kappingarár. HB er meistari, og tað er tað størsta og besta, sum tað ber til at røkka. Men grannarnir kunnu í vetur hugna sær við, at teir vunnu silvur aftanfyri HB í landskappingini, og at teir vunnu gull í steypakappingini. Tað var HB ikki í nánd av!

Nøgdir og misnøgdir
Spenningurin í botninum er ikki av. Í morgin og leygardagin skulu Skála og TB finna út av, hvat av hesum báðum liðunum skal eiga síðsta plássið í bestu deildini.
Leygardagin var greitt, at besta deildin verður geografiskt smælri komandi ár, enn hon hevur verið í ár. Fyrsta árið eftir at undirsjóvartunnulin bant Vágarnar saman við restini av landinum, mistu teir liðið úr bestu deildini. Tað eigur at vera tanka kveikjandi.
Spurningurin er so, um tað fara at verða tvey lið úr Suðuroy ella seks lið úr Eysturoy í bestu deildini næsta kappingarár. Tað verður greitt leygardagin. Í ár hava fimm feløg úr Eysturoy verið í bestu deildini. Enn hava tað ongantíð verið seks lið úr einari oyggj í bestu deildini, men nú er møguleikin har. Tað búgva tíggju túsund fólk ella ein stórur fimtingur av samlaða fólkatalinum í Føroyum í Eysturoy. Nú er møguleiki fyri, at tríggir fimtingar av bestu fótbóltsliðunum í Føroyum fara at vera úr Eysturoy. Tað er rættuliga tanka kveikjandi!
Havnarfeløgini kunnu ikki annað enn vera nøgd við kappingarárið. Tað kunnu teir á Toftum eisini vera, sjálvt um tað man kennast sum eitt sindur av einum antiklimaks, at teir taptu avgerandi uppgerðirnar um gull krónurnar og aftur um silvurkrónurnar. Í EB/Streymi hava tey alla orsøk at vera í góðum lagi, og tað munnu tey á Skála eisini vera ? fyribils í hvussu so er.
Nógv tað størsta vónbrotið munnu teir kenna í Vágum. Burtursæð frá niðurflytingarfelagnum, so munnu teir í Vági, Gøtu og Klaksvík vera vónbrotnir av, at liðini hjá teimum á ongan hátt megnaðu at liva upp til tað, sum tað kundi roknast við, at tey skuldu gera.
Í fjør vunnu teir í NSÍ fyrstu heiðursmerkini. Gull í steypakappingini og silvur í landskappingini. Nøsin varð sett eftir somu og kanska eitt vet betri endastøðu í ár. Tað miseydnaðist. Rannsakanin eigur at ganga uppá, um tað við tilfarinum, sum var tókt, varð orsøk at rokna við meiri. Tað er tað, sum teir í NSÍ og eisini í fleiri av hinum feløgunum skulu finna út av, nú teir fara at eftirmeta farna árið og halda fram við at fyrireika seg til eitt nýtt kappingarár.