Skreiðitúrur endaði úti í rúmdini

Janus er ein stjørna – nú á fløgu
Sletan fer við fúkandi ferð om­an­eftir, og Janus sær nakað!
Eina vakra gentu, ið hevur 200 systrar! Hon bjóðar Jan­usi við á eina ferð, har hann skal gjøgnum nógvar roynd­ir.

Søguna um lítla drongin Jan­us, hevur Edward Fuglø skrivað og gjørt mynd­ir til. Páll Sólstein hev­ur skrivað tónleikin til søgu­na, ið verður framførd av tón­lei­k­a­bólk­i­num Ald­u­bár­uni.
Tað er Jensina Olsen, ið sig­ur søg­una afturvið tón­leik­i­num. Jensina Olsen, frá­søg­u­mað­urin Andr­as Sól­stein og Aldu­bár­an hava ver­ið kring alt landið og fram­ført 25 skúla­kon­sert­ir í ár og hava tey verið stórliga fagn­að. Tey hava nú verið í Stu­dio Bloch og innspælt søg­una og tónleikin til øll børn í Føroyum.
Á fløguni sleppa børn at upp­liva tekningar, tónleik og frá­søgn í eini eind, og børn­ini fáa eina uppliving av at vera við Janusi úti millum stjørn­ur­nar.
Snøgt sagt, ein góður, harð­ur pakki við ljóði og mynd­um, ið heldur leingi.
Fløgan verður at fáa um alt landið og verður út­gáv­u­løta í Klaksvík og Tórshavn sam­stund­is.
Í Leikalund í Klaksvík og í Tórs­havn í Tutl-handlinum týs­dagin 20. desember kl. 16.30
Í Klaksvík ber til at hitta Edward Fuglø og Páll Sól­stein, meðan Jensina og tón­leik­ar­ar­nir eru at hitta í Tutl á Glade Hjørn.