Skreiða í Kirkjubrekkuni í Fuglafirði

Tað er ikki bara í Vestmanna, at kommunan hevur gjørt av at steingja gøtur, nú kavi liggur, so børn og onnur kunnu skreiða.

Tað er ikki bara í Vestmanna, at kommunan hevur gjørt av at steingja gøtur, nú kavi liggur, so børn og onnur kunnu skreiða í friði og náðum - og ikki minst í tryggleika fyri bilaferðslu.

 

Í Fuglafirði er Kirkjubrekkan eisini stongd fyri allari bilaferðslu – júst við sama endamáli sum í Vestmanna, og sagt verður úr Fuglafirði, at børn og foreldur eru fegin um henda møguleika.

 

Tað skilagott, at børn verða víst til ávísar gøtur at skreiða á, nú tað er kavi og hált, tí tað er so sanniliga ikki vandaleyst at skreiða millum bilar, sum koyra eftir vegnum.

 

Men, tað er ikki bara í Vestmanna og Fuglafirði, at gøtur verða stongdar fyri bilaferðslu í kava, so børnini sleppa at skreiða í tryggleika. Soleiðis verður eisini gjørt í ávísum øðrum bygdum.

 

Kanska kundu aðrar kommunur, sum enn ikki hava tikið táttin upp, sæð tað skilagóða í hesum og umhugsað at gjørt tað stuttligari og lættari hjá børnum at samla seg, nú kavi liggur.