Komandi vikurnar verða øll størri trø í miðbýnum í Havnini skrásett. Talan er um øll trø á bæði privatum og almennum ognum í miðbýnum.
Kommunan tekur mát av trøunum, og samstundis verður eisini skrásett, um talan er um eitt nú eitt ahorntræ, bókartræ ella eitt roynitræ.
Endamálið við arbeiðinum er at fáa yvirlit yvir, hvørji trø eru verd at varðveita og at fáa í lag eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu og nær nýggj trø verða sett niður í miðbýnum.
Í hesum sambandi fer eitt starvsfólk í kommununi at skráseta og taka mynd av øllum størri trøum – eisini í privatum urtagørðum.
Tað eru liðin 25 ár síðani, trøini í miðbýnum vórðu skrásett seinast.