Skráseta nýggjársbál

- Tað eru dømi um, at fólk ikki fylgja reglunum fyri nýggjársbál, og at vit fáa fráboðanir, sigur vakthavandi á Brandstøðini í Havn.

- Tað allar týdningarmesta á nýggjárinum er, at fólk nýta vit og skil  - og at tey ikki gera ímóti reglugerðunum, sigur vakthavandi brandmaður í Havn. Hann leggur serliga dent á, at bálini ikki eru ov stór og at tað er reinur viður, sum verður brendur. 

 

Ætla fólk at brenna bál á nýggjárinum skal søkjast hjá kommununi ella hjá sløkkiliðnum.

 

Vakthavandi í Havn sigur, at teir longu eru farnir at skráseta nýggjársbálini, men at flestu umsóknirnar plaga at koma í seinastu løtu. Freistin at søkja um loyvi til at hava nýggjársbál er mánadagin 30. desember á middegi. 

 

- Vit skulu tryggja okkum, at alt er í lagi, og at tann, sum stendur sum ábyrgdari, fylgir reglunum og ikki hevur brotið reglurnar fyrr, sigur vakthavandi.

- Um okkurt hendir, er tað ábyrgdarin, sum hongur uppá tað, leggur hann afturat. 

 

- Tað eru dømi um fólk, ið ikki fylgja reglunum. Hesi sleppa tá ikki at vera ábyrgdarar aftur, greiðir vakthavandi frá. Hann leggur afturat, at sløkkiliðið hevur eyguni við nýggjársbálunum, og at teir av og á eisini fáa fráboðanir frá fólki, sum hava ampa av bálum, tí reglurnar ikki eru fylgdar. 

 

Nýggjársaftan er sløkkiliðið mannað sum ein vanligan dag, men allir menn eru klárir á tilkallivakt.

- Hóast tað tíbetur er langt ímillum, at nakar álvarsamur eldsskaði hendir nýggjársaftan, so eru vit sera tilvitaðir um, at vandin sjálvandi er størri, tá fýrverk og bál eru á skránni, sigur vakthavandi. 

 

Hann nevnir serliga neyðrakettirnar, sum eru bannaðar, tí tær kunnu gera so stóran skaða.  

 

- Tað eru hvørt ár nógvar neyðrakettir at síggja, men tær eru serliga vandamiklar, tí tær brenna seg lidnar, óansæð, hvussu líkindini annars eru - sjálvt undir vatni - og tískil kann stórur skaði standast av teimum. Ofta er talan eisini um útgingnar rakettir, sum eiga at verða burturbeindar, tí tær kanska ikki virka heilt, sum tær skulu, vísir vakthavandi á.