Brandur H. Olsen var ein av trimum spælarum, sum hevði leikbann til dystin í Ungarn. Hann frammanfyri sjónvarpinum og hugdi, tá Kaj Leo í bartalsstovu bleiv feldur, men ikki fekk brotsspark.
Hoyr samrøðuna við Brand H. Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg var nokk ein av teimum, sum rópti harðast í Føroyum tá. Eg skilji einki av hasi avgerðini. Hatta hevði verið dømt alla aðrastaðni, sigur Brandur H. Olsen, sum nú er tøkur aftur.
Tað var annars maðurin, sum avloysti FCK miðvallaran, ið skoraði føroyska málið. Hóast tað er kapping um plássini á føroyska liðnum, so er Brandur glaður vegna liðfelagin.
- Róaldur er ein fantastiskur spælari. Tað vísir hann til venjing hvørja ferð. Nú slapp hann at vísa tað í dysti eisini, so eg eri glaður vegna hann, sigur Brandur Hendriksson Olsen.
At enda er Brandur ikki í iva um, hvar skal til fyri at hann fer glaður og nøgdur av vøllinum í annaðkvøld.
- Stig, er greiða útmeldingin hjá skálvíkinginum.
Bandur tosar eisini um avrikið í Budapest, hvat hann væntar av rumensku spælarunum og um saknin av Atla Gregersen og Fróða Benjaminsen til dystin.
Rás2 sigur frá landsdystinum móti Rumenia, sum verður sunnudagin klokkan 17. Rás2 byrjar at senda klokkan 14, har tað millum annað eru tvær samrøður við landsliðsvenjaran, Lars Olsen, og Christian L. Holst, sum spælir sín seinasta landsdyst fyri Føroyar.










