Í hesum mánaðinum kunnu vit gleða okkum til at uppliva alt frá tónleiki, filmi og dansi til fyrilestrar, sølutorg og náttúruupplivingar í allari kommununi.
Næstu dagarnar verður ein skrá borin í hvørt hús í Vága kommunu har tiltøkini eru settu upp viku fyri viku. Men broytingar í skránni kunnu tó koma fyri, og tí er ein talgild skrá tøk á ovast á breddanum, á heimasíðuni hjá Vága kommunu, hon verður javnan dagførd um broytingar í skránni koma fyri. Harumframt er eisini ein Facebook-síða og ein Iinstagram-síða, sum verða dagførdar við tiltøkum og myndum.