Skráin til seniorfestivalin tekur skap

Norska Sputnik verður eitt av høvuðsnøvnunum, tá seniorfestivalur verður hildin 16. mai

 

Røktarheimsøkið í Runavík var í fjør karmur um fyrsta seniorfestivalin, og tann royndin eydnaðist somikið væl, at tiltakið verður endurtikið.

 

Fyriskipararnir hava fingið norskt høvuðsnavn til festivalin, og verður hetta Sputnik, og av føroyskum nøvnum kunnu nevnast Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm, Magni Christiansen og Alex og Kristina Bærentsen.