Skráin fyri Summar Festivalin almenn

Nú hevur Summar Festivalurin boðað frá, hvussu festivalskráin fyri 2014 sær út.

Nú er greitt, nær Twisted Sister, Burhan G og øll hini spæla á Summar Festivalinum.

 

 

Í døgunum frá 7. til 9. august verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Aftur í ár verður tónleikur á trimum útipallum. Afturat tí kemur eisini tónleikur og undirhald í Silvalandi og tjaldingarøkinum.

 

 

Stóra navnið á Summar Festivalinum hesaferð er Twisted Sister, og amerikanski rockbólkurin fer at spæla á Vágsbøi hóskvøldið 7. august.  Hini útlendsku høvuðsnøvnini spæla fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

 

Á myndini sæst skráin.