Føroyska U21-landsliðið tapti í kvøld 1-4 ímóti Írlandi á Svangaskarði. Hetta var triði EM-undankappingardysturin, eftir at Føroyar í fyrru dystunum fingu 2-2-javnleik ímóti Rumenia og síðani taptu 0-3 ímóti Montenegro.
Føroyar fekk eina frálíka byrjan og legði trýst á frá dystarbyrjan. Hetta lønaði seg í 14. minutti, tá ið Gunnar Zachariassen spældi Gilla Sørensen púra leysan. Hann var eirindaleysur og legði Føroyar á odda 1-0. Leiðslan helt sær tó ikki leingi, tí bara níggju minuttir seinni javnaði Carruthers, tá ið hann var treiskur, breyt ígjøgnum verjuna og javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki stóðu teir føroysku seg einki verri enn teir írsku. Tað er tó javnan tey sterkaru londini, sum vísa kaldni tá ið á stendur, og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Doherty Írland á odda 2-1. Føroyar royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ongantíð at leggja trýst á Írland, sum við málum frá Doherty og O’Brien at enda staðfesti ein tryggan 4-1-sigur.
Sí beinleiðis frásøgn niðanfyri:
Føroyar U21 - Írland U21 1-4 (1-1)
1-0: Gilli Sørensen, 14.
1-1: Carruthers, 23.
1-2: Doherty, 68.
1-3: Doherty, 88.
1-4: O'Brien, 90.
Liðugt: Írland vann at enda ein tryggan 4-1-sigur.
90min.: MÁÁÁÁÁL! 1-4 til Írland. Nú skrædnaði og O'Brien ger tað til 4-1til Írland.
88min.: MÁÁÁÁÁL! 1-3 til Írland. Doherty gerst leysur og økir til 3-1.
86min.: Frálíkt innlegg frá Bárði Hansen og tað er um reppið, at Poul Ingason fær høvdið á bóltin.
82min.: Føroyar fremur enn eina útskifting. Út fer ein skaddur René S. Joensen, og í hansara stað kemur Beinir Ellefsen.
78min.: Føroyar royna at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men teir tykjast troyttir nú og megna ikki at legja trýst á írar.
73min.: Vallarspeakarin boðar frá, at tað eru 359 áskoðarar savnaðir til U21-landsdystin á Svangaskarði í kvøld.
68min.: MÁÁÁÁÁL! 1-2 til Írland! Júst sum Føroyar høvdu so gott tamarhald á dystinum, fær Írland mál umvegis innlegg úr høgru. Málskjútti var Doherty.
67min.: Føroyar eru framvegis væl við í dystinum og í verjupartinum tykjast teir at hava tamarhald á írunum, sum duga best at spæla á miðvøllinum og ikki hava nógv hugflog tá ið teir nærkast málinum.
65min.: Gilli Sørensen roynir seg við langskoti, men tað fer tveir metrar framvið málinum.
60min.: René S. Joensen kemur í góða støðu eftir góða spæling frá Gilla Sørensen. Komin inn ímóti fimm-metrinum úr spískum missur hann tamarhaldið á bóltinum og hann fer út til írskt málspark.
58min.: Árni Frederiksberg fær gult kort fyri at steðga lovandi álopi. Í sama spælsteðgi verður hann útskiftur. Í hansara stað kemur Poul Ingason, sum eisini varð innskiftur ímóti Rumenia og javnaði til 2-2 í yvirtíðini.
56min.: Nú slapp Kristian Joensen til arbeiðis. Hann er vakin og bjargar bóltinum, tá ið hann er ávegis inn í feltið umvegis innlegg.
52min.: Bæði liðini ætla sær at vinna henda dystin. Álopini hava verið nógv til bæði liðini fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men enn hava málmenninir verið arbeiðsleysir.
46min.: Seinni hálvleikur er farin í gongd og tað eru teir somu 11 hjá báðum liðunum, sum byrja seinna hálvleik. Tað er farið at regna á Svangaskað og vindurin er øktur. Tað eru Føroyar, sum hava vindin undan.
Hálvleikur: Støðan er framvegis 1-1, nú teir eru farnir undir tak í hálvleikssteðginum. Tann ferðin, sum dysturin byrjaði við, hevur ikki verið tann sama minuttirnar til hálvleiks. Føroyar hava verið væl við tað mesta av fyrra hálvleiki og støðan má metast at vera nøktandi - alt kann henda í seinna hálvleiki!
41min.: Risa møguleiki til Írland. Reilly verður spældur púra leysur, men ein frálík bjarging hjá Kristiani Joensen forðar fyri, at írar koma á odda.
37min.: Nú vaknaðu Føroyar aftur og hava yvirtakið. Tvey hornaspørk afturat til Føroyar hava verið um reppið at fingið stórar málmøguleikar burturúr.
34min.: Eftir frálíkt einmansavrik rennur Gunnar Zachariassen frá fleiri írum og fær hornaspark, men innleggini frá Árna Frederiksberg eru ávikavist ov stutt og ov langt.
27min.: Doherty hjá Írlandi roynir seg við frísparki úr 20 metrum, men royndin fer beint upp um málið. Nú trýstir Írland av álvara.
25min.: O'Brien hjá Írlandi fær gult kort fyri at skjóta bóltin eftir at dómarin hevur bíkslað.
23min.: MÁÁÁÁÁL! Írland hevur javnað til 1-1! Carruthers slapp ígjøgnum føroysku verjuna og í aðru skotroyndini, eftir at Kristian Joensen hevði bjargað fyrru royndini, javnar hann til 1-1.
17min.: Frálíkt at síggja eitt lívligt føroyskt lið. Ari Ó. Ellingsgaard roynir seg við langskoti úr 25 metrum, og tað er ikki uttan trupulleikar, at McCarey í írska málinum bjargar ferðmikla skotinum
14min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til Føroyar! Gunnar Zachariassen verður spældur leysur í vinstru síðu, haðani hann finnur ein púra leysan Gilla Sørensen frammanfyri málinum. Hann setur hegnisliga innaru siðuna á bóltin og leggur Føroyar á odda. Ótrúlig byrjan!
13min.: Bárður J. Hansen bíðar ov leingi við bóltinum og missir bóltin í vandamiklari støðu. Kristian Joensen bjargar skotroyndini hjá íranum.
10min.: Írland ehvur havt bóltin mest síðstu løtuna og tykjast serliga sterkir í luftspælinum. Enn hava teir tó ikki skapt nakað vandamikið.
3min.: Føroyar hava lagt bragdligari fyri. Eftir frálíkt álop leggur Rógvi Joensen innlegg inn fyri málið, har Gunnar Zachariassen er um reppið at fáa stútað bóltin, men einki spyrst burturur.
1min.: Føroyar hava givið bóltin upp. Ikki eru nógvir áskoðarar komnir til dyst á Svanaskarði, her tað hevur hug at regna, men annars er stilt.
Byrjunaruppstillingar
Føroyar U21:
Kristian Joensen – Bárður Hansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen (82. Beinir Ellefsen) – Rógvi Joensen, Bogi Reinert Petersen (87. Ivan Joensen) – Árni Frederiksberg (58. Poul Ingason) Ari Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen – Gunnar Zachariasen
Á beinkinum: Hallgrím Gregersen, Andras Brixen Vágsheyg, Pál Mohr Joensen, Beinir Ellefsen, Eli F. Nielsen, Ivan Joensen og Poul Ingason.
Írland U21:
McCarey – Shaughnessy, McGinty, O’Connor, Duffy – Doherty, Harriman, Carruthers, Murray – Reilly, O’Brien
A beinkinum: McDermott, Dunne, Sutherland, McNamee, Grealish, Burke og Smith.