Skrædl hjá Kyndli

Eftir ein javnan fyrra hálvleik varð Kyndil fullkomuliga latið úr eftir steðgin

 

Tað var eitt skrædl av temum heilt stóru, sum rakti Kyndil í Vestmanna í dag.

 

Eftir javnleik í fyrru hálvfinalu gekk eisini sera javnt á fyrsta hálva tíman í Vestmanna. Bara tað eina málið var á muni í steðginum, men hetta broyttist í stórum eftir steðgin.

 

Myndir frá dystinum síggjast HER

 

Tóki Seloy hevði nakrar góðar bjargingar í málinum hjá VÍF, og tá vestmenningar skoraðu mest sum hvørt álop, so kom skjótt munur í.

 

Kyndil skrædnaði fullkomuliga eftir hetta. Næstu longu løtuna bara øktu gestirnir, og hóast teir tóku ferðina av móti endanum, so var sigurin tá væl og virðiliga tryggjaður.

 

VÍF-Kyndil 32-23 (15-14)