Tað er ikki á hvørjum degi, at ein fær savnað omanfyri 200 børn og tilkomin til eina gudstænastu mitt í viku.
Hetta er kortini tað sum Hoyvíkar kirkja hevur megnað fleiri ferðir, í sambandi við tær serstøku skrúvugudstænasturnar.
Mikukvøldið 26. oktober klokkan 17:30 verður aftur skrúvugudstænasta í kirkjuni.
Her er talan um eina stutta og barnavinarliga gudstænastu við presti og løttum sangum. Síðani verður farið niður í kjallaran, har ein góður biti er á skránni.
Hesar skrúvugudstænasturnar hava verið sera væl umtóktar, tær ferðirnar,ið tær vóru hildnar í fjør. Upp í 250 børn, foreldur, ommur og abbar hava verið til hesar barnavinarligu gudstænasturnar.