Alfred Olsen
løgtingsmaður
Í desember 2006 samtykti Løgtingið broytingina í grein 266b í revsilógini, at nú skuldi “seksuelle orientering” koma at standa í lógini, og so var hildið, at nú var tað gjørt sum skuldi gerast á tí økinum, og friður kom at valda viðv. teimum samkyndu til komandi val, men eg vísti á, at hetta bert var byrjanin, tí eftirfylgjandi kom kravið frá teimum samkyndu at vera skrásett paralag (hjúnalag), adoptión, eftirgjørdur gitnaður v.m. sum vildi enda í kirkjuligari vígslu.
Í dag mugu vit ásanna, at soleiðis bleiv, og kravið um hjúnalag og adoptión er reist av teimum samkyndu í Havn í dag, og hesi hava eisini fingið lyfti frá politiskari síðu, um at skrásett paralag, (hjúnalag) av samkyndum, eigur at vera sett í gildið í Føroyum, í dag heldur enn í morgin.
Hetta er støðan, og eg ivist í, um Finnur Helmsdal undir núverandi umstøðum,
vil drála við at leggja uppskotið um skrásett paralag fyri tingið, til eftir komandi løgtingsval, og tí kunnu vit vanta, at hann kemur at leggja uppskot um skrásett paralag, fram í hesi tingsetuni.
Avkristnan
Eg víst á, at samtykta broytingin í gr. 266b fór av føra til eina avkristnan av Føroyum, og hesum kom eg ikki at taka undir við undir nøkrum umstøðum, og boðaði tí frá, at eg tók meg úr samgonguni, har tær 10 av 17 atkvøðunum ið samtyktu uppskotið komu frá. Tá roknaði eg við, at tað komu at ganga eini 15 ár, áðrenn vit komu at uppliva kravið um vígslu, men við hesi gongdini, sum vit síggja í dag, so kemur tað at henda skjótari, um ikki nakað veruligt hendir hjá okkum, sum vilja varðveita Føroyar sum ein kristin tjóð.
Kristni grundvøllurin
Eg vil vera trúgvur móti tí føroyska samfelagnum, ið byggir á tann kristna grundvøllin, Jesus Kristus, haðan signing hevur floymt í ríkiligt mát, bæði til land og fólk í øldir, og tí vil eg heita á allar føroyingar, um í hesum tíðum at standa fastir á okkara kristna grundvølli.
Mín støða
Eg vil ikki vera við til at samtykkja lógir, sum ganga ímóti boðum og ásetingini í tí kristnu siðalæruni, sum millum annað broytingin í gr. 266b viðførir, men vil, nú eg eri settur á Føroya Løgting, eisini virka fyri at verja tað Føroyska samfelagið móti avkristnani.
Eg veit hvat tað kostar, men skulu Føroyar vera millum bestu lond í heiminum at liva í, ja vera eitt “paradís” á jørð, so er alneyðugt, at Gud, sum er skaparin av paradís, fyllir alt í øllum.
Eg tók ikki undir við broytingini í grein 266b og komi heldur ikki at taka undir við teimum lógaruppskotum sum henda broytingin kemur at hava við sær.
Hetta er fyri tað fyrsta grunda á mína persónligu sannføring og fyri tað næsta grunda á § 1 í stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum, sum sigur: at Sambandsflokkurin vil á øllum økjum reka ein framtakshugaðan politikk á kristiligum mentunargrundarlagið.