Í samband við arbeiðið at endurnýggja býarplanin í Vága kommunu, heitti kommunan á Jon S. Hansen, masterlesandi í søgu, um at skráseta krígsminnir í kommununi á Gis-skipanina.
Hetta arbeiðið hevur verið gjørt undir leiðslu av fornfrøðinginum, Helga Mikkelsen.
Sum partur av skránni fyri Savnsfagnaðin Vágum, 20.-22. apríl, fer Jon S. Hansen at hava eina framløgu av hesum skrásetingum.
- Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, fer eisini at greiða frá Gis-skipanini og tí nýggja talgilda fornminniskortinum, verður sagt úr Vágum.









