Skráseting er lykilin til sjúkurnar

- Endamálið við skrásetingini er at gagna fólkinum, og at skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum. Vit koma ongan veg, so leingi vit onga skráseting hava. Tað merkir, at vit hava einki yvirlit yvir, hvat hendir innan krabbameinssjúkur í Føroyum, sigur Jan Dalberg, lækni

Fjórði hvør føroyingur doyr av krabbameini, men hóast føroyska heilsuverkið kennir henda veruleika, metir tað seg ikki hava orku og ráð til at skráseta tilburðirnir av krabbameini. Og so leingi eingin skráseting fer fram, vita vit ikki, hvussu títtleikin innan ymsu krabbameinssjúkurnar er, hvussu sjúkurnar ferðast, og um sjúklingar fáa nóg góða og røttu viðgerð.

- Hava vit onga skráseting, koma vit ongan veg, og tað merkir eisini, at vit hava einki yvirlit yvir, hvat hendir innan krabbameinssjúkur í Føroyum. Fleiri sjúklingar fáa nú viðgerð í Føroyum í mun til fyrr, tá ið viðgerðin fór fram í Danmark, men sum er kunnu vit ikki tryggja, at viðgerðin er á sama stigi sum aðra staðni ella á nóg góðum stigi, tá ið eingin skráseting er. Tað er avgjørt avgerandi fyri viðgerðina í framtíðini og fyri at tryggja at fólk fáa røttu viðgerðina, at vit skipa eina skráseting, sigur Jan Dalberg, lækni.

Jan Dalberg er lækni á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark og hevur í nøkur ár granskað krabbameinstilburðir í Føroyum. Hann hevur nærlisið 60.000 sjúkrajournalir fyri at gera eina mynd av krabbameinstíttleikanum. Journalirnir ganga aftur til 1960 og fram til 1995. Síðani 1995 er einki skrásett hóast lóg kom í gildi miðskeiðis í áttatiárunum, ið álegði læknum skyldu til at skráseta allar krabbameinstilburðir.

- Endamálið við skrásetingini er at gagna fólkinum, og at skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum. Av tí at eingin skráseting er, eru eingir møguleikar fyri at rætta nakað, mannagongir, viðgerð og annað, eingin gransking kann fara fram, og tað ber ikki til at arbeiða við fyribyrging, sigur Jan Dalberg.


Pappírsrúgva

Hóast onga skráseting boða sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy frá, hvørja ferð ein tilburður av krabbameini verður staðfestur, men hesar fráboðanirnar enda í eini stórari pappírsrúgvu. Allir tilburðirnir av krabbameini í árunum frá 1995 til dagin í dag liggja tískil og bíða eftir at verða tastaðir inn á teldu. Ætlanin var fyri nøkrum árum síðani, at ein telda skuldi standa á eini starvsstovu á Landssjúkrahúsinum, har allir fráboðaðu tilburðirnir vórðu skrásettir so við og við, men henda ætlanin er ongantíð vorðin til veruleika, hóast Jan Dalberg ferð eftir ferð hevur heitt á avvarðandi leiðslu um at fáa hana í lag.

- Tað er heilt einfalt ein spurningur um raðfesting, tí dýrt er tað ikki. Einasta, ið krevst er ein telda, og ein skrivara, sum skrásetir tilburðirnar uml. 2 tímar um vikuna. Tað snýr seg um umleið ein tilburð triðja hvønn dag og tað tekur onga tíð at tasta inn á teldu. Sjálvt India og Afrika hava skráseting av krabbameini. Eg havi kortini góðar vónir um, at tað fer at bera til. Tað kann ikki annað, sigur Jan Dalberg.