Skráseting ? eitt val

Brúkarar hjá Kalli, sum brúka Frælsi í dós, gera sjálvi av, um tey skráseta seg ella ikki. Í dósini liggur eitt skrásetingarskjal, sum tey kunnu senda inn, um tey ynskja tað. Frá Kalli verður sagt, at tey vilja fegin hava allar brúkararnar at skráseta seg, so tí bjóða tey 25 krónur ókeypis talutíð við Frælsi í dós fyri at fáa brúkaran at skráseta seg.
? Men um ein brúkari av Frælsi í dós ikki velur at skráseta seg, so vita vit ikki, hvør eigur telefonnummarið. Men hartil skal sigast, at um talan er um grov mál av telefonterror, so ber til at finna fram ein telefonlista hjá hesum telefonnummarinum, og harvið møguliga fáa uppsporað hvør brúkarin er, siga tey frá Kalli.