Leygardagin 5. februar, ein góðan mánaða fyri grækarismessu, varð fyrsta tjaldrið í ár skrásett. Tað var Elin Henriksen, sum skrivaði inn til okkum, at hon hevði sæð eitt einsamalt tjaldur niðri á bakkanum einastaðni í millum Kolbanargjógv og Morskranes. Hetta var á sama staði, sum tey fyrstu tjøldrini har á leið plaga at seta seg, tá tey eru komin til landið.
Talan er mest sannlíkt um eitt tjaldur, sum hevur verið í Føroyum ígjøgnum veturin, tí vanliga ferðast tjøldur og fuglur sum heild landana millum í flokki. Men tað er als ikki útilokað, at hetta tjaldrið hevur ferðast einsamalt allan tann langa veg yvir atlantshavið.










