Skráset flytifugl

Náttúrugripasavnið heitir á fólk, sum longu nú síggja tjøldur og annan flytifugl, um at boða frá Nú er tíðin, tá flytifuglur byrjar at koma til landið.

Leygardagin 5. februar, ein góðan mánaða fyri grækarismessu, varð fyrsta tjaldrið í ár skrásett. Tað var Elin Henriksen, sum skrivaði inn til okkum, at hon hevði sæð eitt einsamalt tjaldur niðri á bakkanum einastaðni í millum Kolbanargjógv og Morskranes. Hetta var á sama staði, sum tey fyrstu tjøldrini har á leið plaga at seta seg, tá tey eru komin til landið.

Talan er mest sannlíkt um eitt tjaldur, sum hevur verið í Føroyum ígjøgnum veturin, tí vanliga ferðast tjøldur og fuglur sum heild landana millum í flokki. Men tað er als ikki útilokað, at hetta tjaldrið hevur ferðast einsamalt allan tann langa veg yvir atlantshavið.

Fráboðanir kunnu gerast á www.ngs.fo