Í morgin millum klokkan 10 og 12 verður ein nýggj sending á Rás2. Talan er um eina ítróttarsending, sum verður á skránni, meðan Effo-deildin er í gongd.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Í fyrra tímanum verður pláss øðrvísi innsløgum, øðrum ítróttargreinum og altjóða fótbólti. Millum annað verður eisini hugt eftir vikuni í fór, og leitað verður í savninum hjá Rás2. Her verður eisini møguligt hjá lurtarunum at ynskja minniligt ljóðbrot frá ítróttarheiminum á Rás2.
Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið. Hesa ferð verður gesturin liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen. Millum annað verður møguligt at hoyra onkrar av minniligu løtunum og samrøðunum, sum Atli Gregersen hevur havt á Rás2.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr lýsingina fyri "Skræpusendingina" á Rás2
Millum annað samrøðuna, tá hann segði kendu orðini, “skræpudómari, skræpuljós og skræpuvøllur”, eftir at Vikingur tapti 2-1 fyri HB í Gundadali. Gøtumaðurin strídist eisini leingi við at koma á landsliðið, men í dag er hann liðskipari á landsliðnum, og eigur lut í flestu av góðu úrslitunum seinnu árini.
Møguleiki verður eisini at luttaka í sendingini við at senda SMS inn á 559999. Eisini verða vinningar burturlutaðir hvørja viku.