SKRÁPLAN

Levi Mørk
----
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2013 man vera fallið mongum kommunupolitikara fyri bróstið. Mangur man hugsa, um landið við slíkum framferðarhátti, ið kroystir kommunurnar longur og longur aftur eftir hæli, ikki er í ferð við at forkoma møguleikanum fyri, at øki sum eldraøkið og skúlaøkið verða yvirtikin.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum verða eitt nú gjøldini til kommunurnar fyri børn á samdøgursstovni hjá landinum nærum tvífaldað. Sum KSF hevur gjørt vart við, er hetta brot á avtaluna millum land og kommunur í samband við, at kommunurnar yvirtóku part av barnaverndarøkinum. Hetta inniber eisini, at kommunurnar koma at bera stóran part av útreiðslunum á einum øki, sum tær formliga onga ábyrgd hava av, tí stovnsøkið hjá landinum er sjálvsagt lands, ikki kommunalt. Var ikki meira heiðurligt, um Almannamálaráðið fór í samráðingar við kommunurnar um, at kommunurnar yvirtaka stovnsøkið, tá landið eftir øllum at døma í veruleikanum vil hava minni og minni ábyrgd av hesum øki?
Vantandi fólkaræðisliga virðingin fyri kommununum kom í hæddina í sambandi við uppskot um broyting av skattalógini og rentulógini (mál nr. 36/2012 og nr 38/2012) við tí avleiðing, at kommunurnar frá 2013 skulu gjalda 2,5% meira av rentustuðlinum. Hoyringsfreistin varð sett til 10. oktober, men kortini fóru málini til 1. viðgerð í løgtinginum longu áðrenn henda dag. Hetta boðar frá, at landsstýrið bara hoyrir sum ein formalitet, uttan at meiningin hjá hoyringspørtum sum kommununum í veruleikanum hevur nakran sum helst týdning ella áhuga.
Av tí orsøk, at landið nú innan fleiri øki sker rakstraútreiðslurnar á almannaøkinum heilt inn á bein, so verður vandi fyri, at støðan verður, at landið kann siga sum so: “Hetta er tað, sum tað kostar at hjá kommununum at yvirtaka eitt nú eldraøkið”. Men av tí, at hetta útreiðslustøðið ikki er reelt, kemur ov lítið av peningi at fylgja við, tá og um yvirtøkurnar vera framdar. Harvið kann tað fara at taka ár og kosta munandi útreiðslur at byggja t.d. eldraøkið upp aftur til eitt rímiligt støði. Alt í alt ein lítið hugalig støða hjá kommununum.
Í londunum kring okkum verða stórar politiskar avgerðir frá landsins síðu bara tiknar eftir, at landið (staturin) hevur samráðst við kommunurnar og teirra felagsskapir, og báðir partar er komnir til eina semju. Onki av hesum kenna vit. Hjá okkum fremur landið sum oftast sína søk einsíðugt, ella tað vera gjørdar avtalur, sum ikki verða hildnar kortini.
Meira enn nakrantíð er neyðugt at manna býráðið við valevnum, sum taka kommunala sjálvræðið í álvara og vilja verja kommununa ímóti hesum ágangi. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november.