Í morgun kunngjørdi leiðarin fyri miðladeildina hjá Kringvarpinum, Allan Dalsgarð fyri lurtarunum, at broytingar frá og við mánadegnum fara at merkja skránna hjá Kringvarpi Føroya. Morgunlesturin, sum fyrst verður sendur klokkan 07.00, verður ikki longur endursendur klokkan 10.00. Í staðin verður hann lagdur út á netið. Ctrl E, sum higartil hevur havt senditíðina týsdag til fríggjadag millum 15-17.00, kann nú eisini hoyrast millum 10-12.00 fyrrapart. Elis verður framyvir partur av seinnapartsskránni, og kunnu lurtarar tískil ringja til hansara eftir døgurða. Ikki bert tann eina tíman, men við tveimum.
- Endamálið við hesum broytingum, er at fáa meir samanhang í innihaldið í skránni. Ein roynd at halda uppá lurtaran. Lurtarin skal fáa meir fyri pengarnar er hugskotið, sigur Allan Dalsgarð, leiðari fyri miðladeildina hjá Kringvarpi Føroya.
Tað, at leggja lurtarasendingina hjá Elisi Poulsen beint eftir døgurða, er ikki fyri at leggja seg uppat Rás2, sum hevur Ynskiløtuna á skránni millum klokkan 13-15.00.
- Tað hevur einki við tað at gera. Vit hava gjørt nakrar brúkarakanningar, sum vísa at ein steðgur er í skránni frá klokkan 10.00. Tað er ikki sendingunum tað er galið við, men skránni, sigur leiðarin fyri miðladeildina hjá Kringvarpi Føroya.
Ein av sendingunum, ið ikki passar inn í morgunskránna hjá Kringvarpinum, er endursendingin av Morgunlesturinum. Sum nevnt verður hann í staðin lagdur á netið, har allar sendingar framyvir skulu leggjast. Leiðarin fyri miðladeildina sigur, at hetta er úrslit av skerjing og menning á stovninum, og at ætlanin er at víðarimennað skránna.
Kringvarp Føroya fer framvegis at senda í 24 tímar um døgnið, men ætlanin er at hava sendingar um náttina, heldur enn bert at senda tónleik. Kringvarpið er byrjað uppá nýggja sending við live konsertum frá Roskilde festivalinum, og í næstum kemur nýggj tónleikasending á skránna, umframt at dokumentarsendingar eru settar á skrá longri frammi.