Skráin hevur kostað

Í ÍF hevur fótbóltslagið í vár verið so gott, sum tá sjáldan plagar at vera, men seinastu vikan hevur tó ikki verið ein stuttlig, sum hinar. Tveir dystir, einki stig og 0-9 í málmuni var helst ikki júst tað, sum vónirnar vóru til, og Eyðolvur Petersen ásannaði eisini eftir dystirnar mánadagin, at hetta hevði ikki verið nóg gott.
- Fyrsta orsøki til sigurin hjá KÍ í dag er helst, at teir spæla ein góðan dyst. Men eg kann ikki lata vera við at iðra meg um, at vit ikki eru nóg skarpir, tá vit hava møguleikarnar.
Eru tit farnir niður við høvdinum, nú tit tvær ferðir á rað hava tapt stórt?
- Nei, tað haldi eg ikki. Men kanska hevur dystarskráin í seinastuni verið ov hørð hjá okkum.
- Men tað skal kortini ikki vera nøkur umbering, tí hini liðini hava eisini havt tað hart. Veruleikin er bara, at tað í dag ikki hekk nóg væl saman hjá okkum. Kanska eru tað umskipanir á liðnum, sum merkjast, og eitt nú hava vit ikki Bartal við í dag. Men samanlagt var tað ikki nóg gott. Tí var sigurin hjá KÍ kanska í lagi, men 3-0 var altso í yvirkantinum, heldur Eyðolvur.

Men hóast tey bæði tapini í seinastuni, so er ÍF framvegis hampuliga væl fyri á stigatalvuni. Eitt pláss í miðjni var helst eisini tað, sum flestu fuglfirðingar vónaðu fyri kappingarárið, men tá vit spyrja, so er Eyðolvur kortini ikki nøgdur um hetta.
- Tað var helst eingin, sum hevði roknað við góðu byrjanini, sum vit fingu. Men tá vit nú høvdu staðið okkum somikið væl, so gerst tað bara enn beiskari at tapa tvær ferðir á rað. Ikki minst, tá hini úrslitini mest sum hava lagað seg til okkara. Høvdu vit ístaðin havt vunnið hesar báðar dystirnar, so vóru vit á øðrum plássinum!
- Men vit mugu so bara ásanna, at vit ikki hava tikið av møguleikanum, og so mugu vit annars syrgja fyri at vinna, tá EB/Streymur kemur á vitjan næsta vikuskiftið.