Loysingarfólk vilja ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan samráðingarnar millum ABC-flokkarnar fara fram. Sjálvbjargnisgonga verður í miðbýnum í Havn seinnapartin. Loysingarfólk vilja ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan samráðingarnar millum ABC-flokkarnar fara fram.
Tí verður í dag skipað fyri eini skrúgongu til frama fyri fullveldi, ella fyri sjálvbjargni, sum stigtakararnir velja at kalla átakið. Gongan fer úr Sjónleikarhúsinum klokkan 1530 seinnapartin oman á Vaglið.
- Vit vilja vísa á, at sjálvbjargnisflokkarnir vunnu valið leygardagin og at fólkið ynskir sjálvbjargni, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið er ein av fyriskiparunum til sjálvbjargnisgonguna.
Hon sipar til, at Tjóðveldið, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tilsamans fingu útvið 59 prosent av atkvøðunum á løgtingsvalinum leygardagin.
- Hesir flokkar hava í valstríðnum allir sagt seg ynskja broytingar á fullveldisleið. Fólkið vísti á valinum leygardagin, at tey ynskja hesar broytingar. Tí eigur hesin møguleiki at fáa ein kjans, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
Sunneva Háberg Eysturstein er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.
Ungdómssendingin PINK fer seinnapartin at fylgja við skrúgonguni - beinleiðis á Rás2 frá klokkan 15-17.