-Vit eru ein LIVE bólkur, og tí er tað upplagt, at vit geva eina LIVE fløgu út, sigur Páll Oddur Rubeksen, ein av oddamonnunum í Páll Finnur Páll.
Um vikuskiftið bjóða Páll Finnur Páll til tvinnar útgávukonsertir í Havnini, og er tað í samband við eina nýggja LIVE útgávu hjá bólkinum. Eisini eru tær tríggjar undanfarnu fløgurnar við í fløguboksini, Fram á Hermóti, Førist og Bermenn, og orsøkin til hetta er, at tær tríggjar útgávurnar hava verið útseldar í mong ár, og eftirspurningurin er framvegis stórur eftir teimum.
Men, sum oddamenninir í bólkinum eisini leggja dent á, so er bólkurin í stóran mun ein LIVE bólkur, og teir túsundtals skríggjandi fjeppararnir, sum vóru á teimum nógvu konsertunum í summar, sleppa nú við á fløgu, við nýggjast ískoytinum til Páll Finnur Páll sangskattin, nevniliga LIVE ? FUTT 09.
Tær flest landaplágurnar hjá Páll Finnur Páll eru við á LIVE útgávuni. Nevnast kunnu Herbergið, Forelskaður Sjónleikari, Grannin, Eg og Fari mín egna veg, og teir nógvu fjeppararnir, sum vóru til konsertina hjá Páll Finnur Páll til ársins Futt í Býin, hoyrast veruliga aftur á fløguni.
Fløguboksin kemur í handlarnar í dag, og við henni er eisini ein teknirøð í fløguhúsanum, har trý løg eru teknaði av Heiðriki á Heygum, og teir tríggir oddamenninir Páll Hammer, Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen ganga aftur í teknirøðini.