Skrædl á veg í fiskivinnuni

? Prísveitslan er liðug. Prísurin á fiski er kavaður í botn, og summastaðni verður beinleiðis tosað um skrædl í fiskivinunni. Kaj Leo Johannesen á fiskasøluni Farex, sigur, at prísurin fer at finna sína fasta legu- men tað verður á einum nógv lægri støði, enn hann hevur verið seinastu tíðina

Nú er prísveitslan av. Føroyingar mugu so smátt fara at fyrireika seg til at spenna reimina.

Tí fiskaprísirnir, sum hava verið methøgir nú í langa tíð, hava verið í fríum falli seinastu mánaðirnar.

Tey flestu hava vitað, at teir høgu prísirnir fóru ikki at halda sær.

Og nú gongur sjón fyri søgn.

Eitt yvirlit, sum norska blaðið Fiskaren hevur gjørt, vísir, at síðani seinasta summar eru prísirnir falnir væl yvir 20% á summum fiskasløgum og enn meiri á øðrum fiskasløgum.

Kaj Leo Johannesen sigur, at hóast talan er um norsk tøl, kundi einsvæl verið talan um føroysk tøl. ?Støðan er akkurát tann sama í Føroyum, tí vit arbeiða á somu marknaðum sum norðmenn, sigur hann

Hann sigur, at prísfallið er galdandi so at siga fyri allan útflutning.

? Prísfallið byrjaði seinasta summar, men hesar tveir teir mánaðir hevur tað verið serliga sjónskt, tí nú hevur tað tikið rættiligt dik á seg.

? Prísurin er fallin líka skjótt og líka nógv, sum hann hækkaði fyri nøkrum árum síðani, sigur Kaj Leo Johannesen á fiskasøluni Farex.

Sjálvur aftrar hann seg við at brúka orðið skrædl um støðuna.

? Men tað slepst ikki undan, at prísurin er kavaður langt niður síðani seinasta summar.

Men tað skal eisini havast í huga, at afturat prísfallinum kemur, at sjálvur fiskiskapurin eftir fleiri týðandi fiskasløgum er heilt nógv versnaður, sum vit hava greitt frá í Sosialinum nú um dagarnar og tað bøtir ikki um støðuna.

Hann roknar við, at prísurin, sum frá líður fer at finna eina fasta legu.

? Men tað verður á einum væl lægri støði, enn teir hava verið á hesi seinastu árini, sigur hann.

? Og hvat hendan príslegan verður, er tað ongin, sum veit.

Kaj Leo Johannesen leggur afturat, at tá ið fiskaprísirnir eru í fríum falli, fer tað sjálvandi at raka eitt fiskivinnusamfelag sum Føroyar serliga meint, tí fiskur er okkara høvuðsútflutningur og næstan okkara einasti útflutningur.

? Men ofta gongur eitt ár, ella meir, til prísfallið fer ikki at sláa ordiliga ígjøgnum.

So tað verður ikki fyrrenn tá, at vit fara at merkja tær fullu avleiðingar av prísfallinum.

Hann sigur, at tað ikki minst fer at ganga útyvir skipini.

? Prísfallið á marknaðinum verður skumpað aftureftir allan vegin, líka til skipini, sum av tí sama fara at fáa nógv lægri avreiðingarprís.

Tó sigur hann, at prísfallið er longu farið at merkjast hjá skipunum til eitt vist.

T.d. nevnir hann, at upsin, sum fyri bara tveimum mánaðum síðani varð avreiddur fyri 8,50-8,75 krónur fyri kilo, longu nú er komin niður á 4, 50 - 5,25 fyri kilo.

? Líka illa, sum tað sveið hjá fiskakeyparum, tá ið prísirnir hækkaðu, líka illa fer tað at svíða hjá reiðarum og fiskimonnum, nú prísurin fer at fella aftur, sigur sølumaðurin á Farex.

Men sjálvur vil Kaj Leo Johannesen ikki mála støðuna so svarta, sum onnur gera.

? Tað er onki fyri at selja fisk, tá ið prísirnir eru á veg uppeftir.

? Men tað er tá ið prísfallini koma, at vit hava brúk fyri okkara serkunnleika sum seljarar. Og teir seljarar, sum hava verið ígjøgnum fleiri slík tíðarskeið við príshækkingum og -fallum, eru betri brynjaðir til at fáa sum mest fyri fiskin.

Hann sigur, at tað er avgjørt eisini ein stór styrki hjá føroyska samfelagnum, at fiskivinnan er nógv meiri fjølbroytt nú, enn hon var fyri 10 árum síðani, tí vit hava eitt nógv størri úrval av fiskavørum og tí hava vit ymsar marknaðir.


Fleiri orsøkir

Kaj Leo sigur, at tað eru ymsar orsøkir til prísfallið.

? Prísurin hevur verið høgur so leingi, at brúkarin er farin a tala at. At goymslurnar so harafturat eru fullar av bíligum kjøti, skumpar undir gongdina.

? Tí tað ger, at fólk fara heldur at eta bíligt kjøt ístaðin fyri dýran fisk og tað sæst týðiliga, at nýtslan av fiski er lækkað sera nógv.

Hann vísir eisini á, at goymslurnar av eitt nú upsa, eru lutfalsliga stór og sostatt ber ikki til at keypa meiri upsa.

Ber tað til at fyribyrgja tílíkum prísbroytingum?

? Eg havi lítlan hug at leggja seg út í hatta kjakið, tí hatta er m.a. eitt kjak um, hvuss vit skipa okkum í føroyska samfelagnum.

? Men so leingi vit bara hava fiskin at liva av, slepst ikki undan prísbroytingum, sigur Kaj Leo Johannesen.