Skrædl í Keflavík

Í kvøld var Keflavík fyri fyrstu ferð við í landskappingardysti, síðani teir fyri viku síðani í Herning rættuliga tepurt vórðu varpaðir úr UEFA Cup.

Keflavík við Símuni Samuelsen millum teir fyrstu ellivu hevði vitjan av Breiðablik. Óvæntað var tað, at tað skuldi eydnast gestunum at fara aftur til Kópavogs við 3-0 sigri. Serliga meint kendist tað hjá Keflavík, tá ið gestirnir í síðsta minutti undan steðginum øktu um leiðsluna til 2-0.

Tveir aðrir dystir vóru í kvøld í Íslandi: Fram-ÍA 2-4 og Fylkir-Víkingur 1-0.

FH er oddalið við 26 stigum, Valur hevur 24 stig, ÍA 21 stig, Keflavík og Fylkir 18 stig, Breiðablik 17 stig, Víkingur 12 stig, HK 11 stig, Fram 8 stig og KR 7 stig.

Øll liðini hava spælt 12 dystir uttan FH og HK, sum hava spælt 11 dystir.